Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
6. mars 2007 Nr. 15
Kunngerð um afturgjaldsskyldu í sambandi við bústaðarbroytingar, sum broytt við kunngerð nr. 66 frá 7. juni 2010
1) Við heimild í § 18 e, stk. 3 í lov for Færøerne om offentlig forsorg, sbr. lovbekendtgørelse nr. 100 af 2. marts 1988 om offentlig forsorg, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 179 frá 22. desember 2009, verður ásett:
§ 1 Almannastovan kann eftir § 18 c, stk. 1 í forsorgarlógini veita persóni hjálp til…
Almannastovan kann eftir § 18 c, stk. 1 í forsorgarlógini veita persóni hjálp til bústaðarinnrætting av egnari ogn. Stk. 2. Hevur innrættingin eina munandi virðisøking av bústaðnum við sær, eisini fyri onnur, verður tann parturin av hjálpini, sum samsvarar hesi virðisøking, veittur sum rentu- og avdráttarfrítt lán, ið fellur til gjaldingar við eigaraskifti.
§ 2 Almannastovan kann eftir § 18 c, stk. 2 í forsorgarlógini veita persóni hjálp til at útvega annan…
Almannastovan kann eftir § 18 c, stk. 2 í forsorgarlógini veita persóni hjálp til at útvega annan bústað. Stk. 2. 1) Tann parturin av hjálpini, sum svarar til munin millum virðismetingina av verandi og fyrrverandi ognini, verður veittur sum rentu- og avdráttarfrítt lán, ið fellur til gjaldingar við eigaraskifti. Stk. 3. 1) Almannastovan nýtir húsameklaravirki ella Húsalánsgrunnin at gera virðismetingina sbrt. stk. 2.
§ 3 Fyri at tryggja lánini, ið nevnd eru í §§ 1, stk. 2 og 2, stk. 2, verður veðbræv uppsett og…
Fyri at tryggja lánini, ið nevnd eru í §§ 1, stk. 2 og 2, stk. 2, verður veðbræv uppsett og tinglýst ávikavist í ognini, har bústaðarinnrættingin er framd, ella í nýggju ognini. Almannastovan ber fyrisitingarligu útreiðslurnar av hesum.
§ 4 Lán veitt eftir § 1 kunnu niðurskrivast yvir eitt tíðarskeið upp til 20 ár, um so er, at…
Lán veitt eftir § 1 kunnu niðurskrivast yvir eitt tíðarskeið upp til 20 ár, um so er, at virðisøkingin minkar í tíðarskeiðnum.
§ 5 Avgerðir, tiknar sambært hesi kunngerð, kunnu kærast til Kærunevndina í almanna- og heilsumálum…
Avgerðir, tiknar sambært hesi kunngerð, kunnu kærast til Kærunevndina í almanna- og heilsumálum innan 4 vikur frá tí degi, kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina. Stk. 2. Kærunevndin kann víkja frá freistini í stk. 1, um serlig orsøk er til tað.
§ 6 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Almanna- og heilsumálaráðið, 6. mars 2007 Hans Pauli Strøm (sign.) landsstýrismaður / Poul Geert Hansen (sign.) 1) Broytt við kunngerð nr. 66 frá 7. juni 2010.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(2)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.