Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
3. desember 2009 Nr. 149
Kunngerð um atkomuviðurskifti
Kapittul 1 Atkoma, endamál og gildisøki
Kapittul 2 Atkomuviðurskifti uttandura
Kapittul 3 Atkomuviðurskifti til bygningar
Kapittul 4 Innrætting o.tíl.
Kapittul 5 Tiltøk, tænastur og tilfar
Við heimild í § 4, stk. 5 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 81 frá 25. mai 2009, verður ásett:
Kapittul 1
Atkoma, endamál og gildisøki
Endamál
Kapittul 1 Atkoma, endamál og gildisøki
Bygningar skulu byggjast og innrættast á ein slíkan hátt, at tað í nøktandi mun í sambandi við nýtsluna av bygninginum verða tikin atlit at trygd, heilsu og atkomuviðurskiftum. Stk. 2. Atkoma uttandura og atkoma til bygningar skulu gerast soleiðis, at øll ótarnað kunnu ferðast. Gildisøki
Kunngerðin er galdandi fyri ný- og umbygging av bygningum. Stk. 2. Atlit viðvíkjandi atkomuviðurskiftum, ásett í hesi kunngerð, eru eisini galdandi, tá talan er um leigu av bygningum ella hølum, har virksemi, nevnt í § 3 heldur til. Stk. 3. Sum bygging eftir stk. 1 verður roknað: 1) bygging av nýggjum bygningi og uppíbyggingar og 2) umbygging og aðrar broytingar av verandi bygningum. Stk. 4. Tá talan er um umbygging, kann landsstýrismaðurin loyva frávik frá ásetingum í hesi kunngerð, um mett verður, at umbyggingin annars fær ov víðfevndar broytingar á bygningin.
Bygningar, fevndir av hesi kunngerð, eru: 1) bygningar, har alment virksemi verður útint ella heldur til, umframt bygningar, har alment fíggjað virksemi heldur til 2) bygningar og størri høli, sum verða brúkt til vinnuendamál, so sum handlar, matstovur, skrivstovubygningar o.tíl., sum venda sær til almenningin við fyrisiting og sertænastum, 3) kirkjur, leikhús, gistingarhús, sjúkrahús, apotek, bygningar til undirvísing, framsýning, undirhald o.tíl. Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann loyva undantaki frá ásetingunum í hesi kunngerð, tá talan er um smá vinnulig virki, tá mett verður, at tey krøv, ið her eru ásett, ikki standa mát við tað virksemið, bygningurin hýsir. Kapittul 2 Atkomuviðurskifti uttandura Parkering
Kapittul 2 Atkomuviðurskifti uttandura
Parkeringspláss til rørslutarnað skulu vera væl avmerkt. Stk. 2. Plássini skulu vera 3,5 m breið og 5 m long, sí fylgiskjal 1. Stk. 3. Plássini kunnu vera 2,5 m breið, um ein gøta, sum er minst 1 m breið, er í millum plássini, sí fylgiskjal 1. Stk. 4. Parkeringspláss til rørslutarnað skulu altíð vera so nær við inngongd, rampur ella lyftu sum gjørligt. Stk. 5. Har fleiri enn 10 parkeringspláss eru, skal tað vera eitt pláss til rørslutarnað. Eru til og við 100 parkeringspláss, skal tað vera 1 parkeringspláss fyri hvørji 25. Eru fleiri enn 100 parkeringspláss, skulu 5 parkeringspláss vera til rørslutarnað. Stk. 6. Hall á parkeringsøki skal í mesta langi vera 1:40 og útjavnan av halli má í mesta lagi vera 1:10. Gonguteigar
Tað skal vera gjørligt at fara tvørtur um ein veg við allar natúrligar yvirgangir, so sum vegamót, síðuveg, við ferðsluljós og annars við jøvnum millumrúmi. Stk. 2. Har farið verður tvørtur um veg, skal hallið frá gongubreyt niður á gonguteig í mesta lagi vera 1:3,6, sí fylgiskjal 2. Stk. 3. Flísar við mynstri, taktilir flísar, skulu leggjast á, har farið verður frá gongubreyt niður á gonguteig, sí fylgiskjal 2. Stk. 4. Er ferðsluljós við gonguteig, skal ljóð boða frá, nær farast kann yvirum. Kapittul 3 Atkomuviðurskifti til bygningar Atkoma til bygningar
Kapittul 3 Atkomuviðurskifti til bygningar
Møguligt skal vera at koma til bygning beinleiðis frá økinum uttanum ella umvegis gøtu frá alfaravegi. Stk. 2. Gøta frá alfaravegi til bygning skal í minsta lagi vera 1,3 m breið. Stk. 3. Gøtur sambært stk. 2 skulu hava hjólverjur á báðum síðum, og gelendari skal vera fram við gøtuni á tí eini síðuni. Fjarstøðan millum jørð og gelendara skal vera millum 80-90 cm. Stk. 4. Atkomuvegur til bygningar, sum kann líknast við rampu, skal lúka tey krøv, ið ásett eru sambært § 13. Úthurðar
Framman fyri úthurð skal vera ein plattur, ið er á hædd við gólvið innandura. Platturin skal vera minst 1,5 m breiður og 1,5 m djúpur. Gongur hurðin út, skal platturin vera 1,5 m breiður og 1,7 m djúpur, sí fylgiskjal 3. Stk. 2. Hurðar skulu hava annan lit enn veggurin, og glashurðar skulu hava sjónliga merking, sum sýnir, at talan er um glashurð. Stk. 3. Úthurðar skulu hava lættgangandi handtak og skulu ganga lætt. Orkan, ið verður nýtt til at lata hurð upp við, má í mesta lagi vera 2,5 kg.
Hurðaopið skal vera í minsta lagi 86 cm, tá hurðin er 900 opin, sí fylgiskjal 3. Stk. 2. Gongur hurðin móti einum persóni, skulu vera í minsta lagi 50 cm til veggin á mótsattu síðu, sí fylgiskjal 3. Stk. 3. Ein gátt skal ikki vera hægri enn 2,5 cm, sí fylgiskjal 3. Kapittul 4 Innrætting o.tíl. Innhurðar
Kapittul 4 Innrætting o.tíl.
Hurðaopið skal vera minst 77 cm breitt, tá hurðin er 900 opin, sí fylgiskjal 3. Stk. 2. Gongur hurðin móti einum persóni, skulu vera í minsta lagi 50 cm til veggin á mótsettu síðu, sí fylgiskjal 3. Stk. 3. Ein gátt skal ikki vera hægri enn 2,5 cm, sí fylgiskjal 3. Lyfur
Í bygningi við tveimum ella fleiri hæddum, íroknað kjallara, skal lyfta vera, og møguligt skal vera at koma til lyftuna á øllum hæddum Stk. 2. Lyftan skal vera í minsta lagi 110 cm breið og 140 cm djúp, sí fylgiskjal 4. Stk. 3. Í lyftu við einari hurð skal hurðaopið í minsta lagi vera 80 cm. Hurðin skal fara upp sjálv og standa opin í minsta lagi 6 sekund, sí fylgiskjal 4. Stk. 4. Hevur lyfta tvær hurðar, skal tað vera gjørligt at snara sær á í koyristóli. Innaru mátini í lyftuni skulu vera 150 x 150 cm, og hurðaopið skal í minsta lagi vera 80 cm breitt, sí fylgiskjal 4. Stk. 5. Knøttar skulu vera miðskeiðis á vegginum, umleið 90-120 cm uppi, mált frá gólvinum, og í minsta lagi 50 cm frá hornaveggi. Stk. 6. Knøttar skulu vera merktir við tølum og blindskrift. Blindskriftin skal ikki vera á sjálvum knøttinum. Stk. 7. Lyftur skulu hava ein hondlista.
Trappulyftur kunnu brúkast í førum, har onnur loysn ikki er gjørlig uttan umfatandi umbygging, og har kostnaðurin við at íseta vanliga lyftu ikki stendur mát við virksemið í bygninginum og tørvin á atkomu millum hæddir. Stk. 2. Bygningar, sum verða gjørdir eftir, at henda kunngerð er komin í gildi, kunnu ikki íseta trappulyftu heldur enn vanliga lyftu. Gongir
Breiddin á eini gongd skal í minsta lagi vera 1,3 m. Rampur
Rampur skulu vera í minsta lagi 1,3 m til breiddar, sí fylgiskjal 5 Stk. 2. Rampur, ið eru longri enn 10 m, skulu vera í minsta lagi 1,5 m breiðar, og ein vatnrættur hvíldarstaður, sum er í minsta lagi 150 cm til longdar, skal vera fyri hvørjar 10 m . Hallið á slíkum rampum skal í mesta lagi vera 1:20, sí fylgiskjal 5 Stk. 3. Er rampan styttri enn 10 m, skal hallið í mesta lagi vera 1:12, sí fylgiskjal 5. Stk. 4. Har rampan endar, skal tað vera eitt vatnrætt øki, sum er 150 cm langt og 130 cm breitt. Stk. 5. Rampur skulu hava gelendara og hjólverjur á báðum síðum. Stk. 6. Er hæddarmunurin meira enn 50 cm, skal trappa eisini vera, sí fylgiskjal 5. Stk. 7. Hjólverjur til rampur eiga at vera í minsta lagi 20 cm høgar. Ljós
Atkomu- og innkoyringarøkir skulu hava passandi ljósbúnað. Serliga skulu trappur og rampur vera væl upplýstar. Ljósbúnaður á atkomuleiðum eigur at vera stevnufastur, sí fylgiskjal 6. Trappur
Trappur skulu í minsta lagi vera 1 m breiðar, sí fylgiskjal 7. Stk. 2. Trappur niður í kjallara kunnu vera 80 cm breiðar. Stk. 3. Hæddin yvir trappum skal vera minst 2,0 m. Stk. 4. Hæddin á trini skal ikki vera meira enn 15 cm, sí fylgiskjal 7. Stk. 5. Á beinum trappum, kvart- og hálvsvingstrappum, skal grundin vera minst 30 cm. Grund og uppstig skulu mátast í gongulinjuni. Grundin á stignum verður mált frá forkanti til forkant av stiginum, sí fylgiskjal 7. Stk. 6. Á snyrilstrappum skal grundin vera minst 20 cm. Stk. 7. Oman fyri trappur í gonguleið skal gerast eitt skifti í undirlagið, bæði taktilt og í liti, 90 cm áðrenn trappan byrjar, og í fullari breidd, sí fylgiskjal 7. Stk. 8. Tað uttasta petti av stiginum skal merkjast við mótsetningsliti, sí fylgiskjal 7. Gelendarar og verjur
Trappur og rampur skulu hava gelendara. Stk. 2. Gelendarin skal vera lættur at taka í og halda fast í. Stk. 3. Frástøðan frá gólvi upp til gelendara skal vera ca. 80 cm, undantikið har sum trappuplattar eru. Her skal frástøðan vera minst ca. 90 cm Stk. 4. Glas í veggjum, glashurðar og glas við síðuna av hurðum, skal merkjast týðuliga ella verjast. Handikap-vesi
Har vesi eru til viðskiftafólk, skal minst eitt vera gjørt til rørslutarnað. Stk. 2. Almenn vesi skulu veru atkomulig fyri koyristólar. Stk. 3. Ovara hæddarmát á kummuni skal vera 48 cm, ístaðin fyri vanliga 40 cm, sí fylgiskjal 8 – tekning nr. 2. Stk. 4. Øðrumegin kummuna skal vera 90 cm millum kummu og vegg fyri at gera pláss fyri koyristóli, sí fylgiskjal 8. Stk. 5. Krøvini í fylgiskjali 8 skulu verða uppfylt, fyri at eitt vesi kann flokkast sum handikap-vesi. Kapittul 5 Tiltøk, tænastur og tilfar Áhoyrarapláss
Kapittul 5 Tiltøk, tænastur og tilfar
Í kirkjum, samkomuhúsum, ítróttarhøllum, sjónleikarhúsum, fót bóltsvøllum, mentunarhúsum o.ø. har fastir sessir eru, skal í minsta lagi 1% av samlaðu plássunum gerast til koyristólar. Sjálvtøkur o.tíl.
Peningasjálvtøkur, gjalds- og postgreiðslur og aðrar tænastur, ið eru tænastur, ætlaðar almenninginum at brúka, skulu setast upp á ein tílíkan hátt, at eisini rørslutarnað kunnu brúka hesar. Stk. 2. Frástøðan til knøttar skal vera soleiðis, at fólk, sitandi í koyristóli, kunnu brúka teir. Stk. 3. Støðuplássið frammanfyri skal vera minst 1,3 x 1,3 m og skal vera vatnrætt. Hoyrilykkjur
Í kirkjum, samkomuhølum og hølum, ætlaði til konsertir, fyrilestrar, almenn tiltøk o.tíl. skulu hoyrnarlykkjur vera til taks. Ovurviðkvæmi
Atlit at fólki við ovurviðkvæmi, andingar- ella lungnasjúku ella giktsjúkum, eigur í so stóran mun sum gjørligt at verða tikið, tá byggitilfar verður valt. Gildiskoma
Henda kunngerðin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Innlendismálaráðið, 3. desember 2009 Annika Olsen (sign.) landsstýriskvinna / Rúni Joensen (sign.) Yvirlit yvir skjøl Fylgiskjal 1 Tekning av parkeringsøki Fylgiskjal 2 Tekning av gonguteigum, gongubreytum og taktilum flisum Fylgiskjal 3 Tekning av úthurð, innhurð og gátt Fylgiskjal 4 Tekning av lyftum Fylgiskjal 5 Tekning av rampu Fylgiskjal 6 Tekning av ljósbúnaði Fylgiskjal 7 Tekning av trappum Fylgiskjal 8 Tekning av handikap-vesi Fylgiskjal 9 Tekning av myndaskilti ( piktogram ) Tekningar í omanfyrinevndu fylgiskjølum frá 1-9 eru ikki lagdar út her á heimasíðuna, men eru at finna í Føroya Kunngerðasavni A 2009 á síðu 345-354
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.