Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
22. november 2018 Nr. 148
Kunngerð um broyting í kunngerð um ókeypis koppseting ímóti ávísum sjúkum
(Ókeypis MFR-koppseting til vaksin)
§ 1 Í kunngerð nr. 126 frá 2. desember 2015 um ókeypis koppseting ímóti ávísum sjúkum verður gjørd…
Í kunngerð nr. 126 frá 2. desember 2015 um ókeypis koppseting ímóti ávísum sjúkum verður gjørd henda broyting: Aftan á § 3 verður sett: “MFR-koppseting til vaksin
§ 3 a Persónar, ið hava fylt 18 ár, sum ikki hava havt meslingar og ikki eru koppsettir ímóti…
Persónar, ið hava fylt 18 ár, sum ikki hava havt meslingar og ikki eru koppsettir ímóti meslingum, kunnu verða koppsettir ókeypis ímóti meslingum. Koppsetingin verður bjóðað sum ein MFR-koppseting.”
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Heilsu- og innlendismálaráðið, 22. november 2018 Sirið Stenberg (sign.) landsstýrismaður / Turid Arge (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.