Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

21. oktober 2020 Nr. 148

Kunngerð um broyting í kunngerð um heimatænastu og gjald fyri heimatænastu, eldrarøkt o.a.

(Broytt gjald fyri heimahjálp)

§ 1 Í kunngerð nr. 126 frá 17. desember 2014 um heimatænastu og gjald fyri heimatænastu, eldrarøkt…

Í kunngerð nr. 126 frá 17. desember 2014 um heimatænastu og gjald fyri heimatænastu, eldrarøkt o.a., verða í samráð við kommunurnar gjørdar hesar broytingar: 1. Inngangurin verður orðaður soleiðis: “Við heimild í § 9, stk. 5 og § 18, stk. 3 í løgtingslóg nr. 19 frá 7. apríl 2014 um heimatænastu, eldrarøkt o.a., sum broytt við løgtingslóg nr. 121 frá 15. desember 2014, verður ásett:” 2. Í § 16, stk. 2 verður: “og hjúnafelaga hjá viðkomandi” strikað. 3. § 16, stk. 3 og 4 verða orðað soleiðis: “Stk. 3. Er árliga inntøkan lægri enn 50.000 kr., verður ikki goldið fyri heimahjálp. Stk. 4. Pensjónistur, hvørs árliga inntøka er millum 50.000 kr. og 55.000 kr., rindar 48 kr. fyri hvønn tíma. Pensjónistur, hvørs árliga inntøka er hægri enn 55.000 kr., rindar 3 kr. meir fyri hvønn tíma, hvørja ferð inntøkan hækkar við 5.000 kr.” 4. Í § 16, stk. 5 verður: “hjá støkum pensjónisti” strikað. 5. § 16, stk. 6-8 og 11 verða strikað. Stk. 9-10 verða eftir hetta stk. 6-7.

§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2021

Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2021. Almannamálaráðið, 21. oktober 2020 Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur (sign.) landsstýrismaður / Eyðun Mohr Hansen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙