Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
1. desember 2009 Nr. 148
Kunngerð um royndartøku og greiningarhættir, ið skulu nýtast í sambandi við alment eftirlit við ávísum dálkandi evnum í matvørum 1)
Við heimild í § 45a í løgtingslóg nr. 46 frá 21. juni 1985 um matvørur v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 18. frá 8. mai 2008, verður ásett:
§ 1 Kunngerðin ásetur royndartøku og greiningarhættir til alment eftirlit við innihaldinum av…
Kunngerðin ásetur royndartøku og greiningarhættir til alment eftirlit við innihaldinum av dioxinum, dioxinlíknandi PCB evnum, blýggi, cadmium, kyksilvuri, ikki-lívrunnum tini, 3-MCPD og benzo(a) pyren í matvørum.
§ 2 Øll royndartøka og greining í sambandi við alment eftirlit við innihaldinum av dioxinum og…
Øll royndartøka og greining í sambandi við alment eftirlit við innihaldinum av dioxinum og dioxinlíknandi PCB evnum í matvørum til útflutnings skal fara fram eftir ásetingunum í ES-fyriskipan nr. 1883/2006 frá 19. desember 2006 um royndartøku og greiningarhættir, ið skulu nýtast í sambandi við alment eftirlit við innihaldinum av dioxinum og dioxilíknandi PCB evnum í ávísum matvørum. Fyriskipanin er tikin við sum skjal 1 til hesa kunngerð.
§ 3 Øll royndartøka og greining í sambandi við alment eftirlit við innihaldinum av blýggi, cadmium,…
Øll royndartøka og greining í sambandi við alment eftirlit við innihaldinum av blýggi, cadmium, kyksilvuri, ikki-lívrunnum tini, 3-MCPD og benzo(a)pyren í matvørum til útflutnings skal fara fram eftir ásetingunum í ES-fyriskipan nr. 333/2007 frá 28. mars 2007 um royndartøku og greiningarhættir, ið skulu nýtast í sambandi við alment eftirlit við innihaldinum av blýggi, cadmium, kyksilvuri, ikki-lívrunnum tini, 3-MCPD og benzo(a)pyren í matvørum. Fyriskipanin er tikin við sum skjal 2 til hesa kunngerð.
§ 4 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Vinnumálaráðið, 1. desember 2009 Johan Dahl (sign.) landsstýrismaður / Arne Poulsen (sign.) 1) Fyriskipanirnar eru ikki lagdar út her men eru at finna í Kunngarðablaðið D, hefti 3 frá 7. desember 2009.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(2)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.