Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
17. september 2025 Nr. 147
Kunngerð um broyting í kunngerð um lestrarstuðul
(Heimild hjá Studna at leggja dent á veruliga bústaðin sum treyt fyri hægra lestrarstuðlinum)
§ 1 Í kunngerð nr. 107 frá 25. august 2011 um lestrarstuðul, sum broytt við kunngerð nr. 97 frá 2.…
Í kunngerð nr. 107 frá 25. august 2011 um lestrarstuðul, sum broytt við kunngerð nr. 97 frá 2. juli 2013, kunngerð nr. 91 frá 29. august 2014, kunngerð nr. 83 frá 16. august 2016, kunngerð nr. 121 frá 18. august 2017, kunngerð nr. 146 frá 19. november 2018, kunngerð nr. 107 frá 16. juli 2019, kunngerð nr. 116 frá 9. juli 2020 og kunngerð nr. 140 frá 20. oktober 2021, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Inngangurin verður orðaður soleiðis: “Við heimild í § 2, stk. 3, § 4, stk. 3, § 5, stk. 2, § 7, stk. 5, § 8 a, stk. 3, § 9, stk. 2, § 12, stk. 5, § 16, § 20, stk. 5 og § 22, stk. 4 í løgtingslóg nr. 36 frá 3. mai 2007 um lestrarstuðul, sum broytt við løgtingslóg nr. 76 frá 25. mai 2009, løgtingslóg nr. 135 frá 28. desember 2010 og løgtingslóg nr. 102 frá 3. november 2016, verður ásett:” 2. § 3, stk. 7 verður orðað soleiðis: “Stk. 7. Lesandi, ið sambært Landsfólkayvirlitinum býr á somu bústaðaradressu sum foreldur ella verjar, verður roknaður at búgva heima. Tó kann Studni leggja veruliga bústaðin hjá ávikavist lesandi og foreldur ella verjar til grundar, um hesin verður mettur at vera ein annar enn tann, ið er skrásettur í Landsfólkayvirlitinum.”
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Barna- og útbúgvingarmálaráðið, 17. september 2025 Djóni Nolsøe Joensen (sign.) landsstýrismaður / Poul Geert Hansen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.