Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

1. desember 2009 Nr. 147

Kunngerð um áseting av markvirðum fyri ávís dálkandi evni í matvørum 1)

Við heimild í § 45a í løgtingslóg nr. 46 frá 21. juni 1985 um matvørur v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 18 frá 8. mai 2008, verður ásett:

§ 1 Kunngerðin ásetur markvirði fyri ávís dálkandi evni í matvørum

Kunngerðin ásetur markvirði fyri ávís dálkandi evni í matvørum.

§ 2 Øll matvøruframleiðsla til útflutnings skal halda tey markvirði, ið eru ásett í ES-fyriskipan nr.…

Øll matvøruframleiðsla til útflutnings skal halda tey markvirði, ið eru ásett í ES-fyriskipan nr. 1881/2006 frá 19. desember 2006 um ásetan av markvirðum fyri ávís dálkandi evni í matvørum, sum broytt við ES-fyriskipan nr. 1126/2007 frá 28. september 2007, ES-fyriskipan nr. 565/2008 frá 18. juni 2008 og ES-fyriskipan nr. 629/2008 frá 2. juli 2008. Fyriskipanin er tikin við sum skjal til hesa kunngerð.

§ 3 Um ikki hægri revsing er ásett í aðrari lóggávu verður tann revsaður við bót, sum brýtur…

Um ikki hægri revsing er ásett í aðrari lóggávu verður tann revsaður við bót, sum brýtur ásetingarnar í ES-fyriskipan nr. 1881/2006 frá 19. desember 2006 um ásetan av markvirðum fyri ávís dálkandi evni í matvørum.

§ 4 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Vinnumálaráðið, 1. desember 2009 Johan Dahl (sign.) landsstýrismaður / Arne Poulsen (sign.) 1) Fyriskipanin er ikki løgd út her, hon er at finna í Kunngerðablaðið D, hefti 3. frá 7. desember 2009.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Heimildir
broyting í løgtingslóg um verju av havumhvørvinum · innanhýsis
Galdandi · 26. mai 2011

Tengdar rættarkeldur

(2)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙