Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
25. november 2009 Nr. 146
Kunngerð um útgjald úr arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum
Við heimild í § 4, stk. 2, § 5, stk. 2, § 8, stk. 2 og § 10A í løgtingslóg nr. 39 frá 7. mai 1991 um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 64 frá 25. mai 2009, verður ásett:
§ 1 Arbeiðsmarknaðareftirløn verður goldin úr grunninum við grundarlagi í skrásetingum í…
Arbeiðsmarknaðareftirløn verður goldin úr grunninum við grundarlagi í skrásetingum í Landsfólkayvirlitinum. Stk. 2. Útgjald úr grunninum til persónar, sum eru skrásettir í Landsfólkayvirlitinum við føstum bústaði í Føroyum, verður goldið ókravt frammanundan eina ferð um mánaðin.
§ 2 Útgjald til persónar, sum ikki eru skrásettir í Landsfólkayvirlitinum við føstum bústaði í…
Útgjald til persónar, sum ikki eru skrásettir í Landsfólkayvirlitinum við føstum bústaði í Føroyum, verður útgoldið eftir umsókn. Stk. 2. Útgoldið verður síðst í mánaðinum, eftir at treytirnar eru loknar, galdandi frá 1. í mánaðinum eftir dagfestingina fyri móttøku av umsóknini. Stk. 3. Útgjald til persónar, sum ikki hava fastan bústað í Føroyum er treytað av, at váttan um at persónurin er á lívið, er til skjals og verður endurnýggjað á hvørjum ári.
§ 3 Bústaðartíðin í Føroyum verður roknað í árum og mánaðum, sum persónurin hevur verið skrásettur í…
Bústaðartíðin í Føroyum verður roknað í árum og mánaðum, sum persónurin hevur verið skrásettur í fólkayvirlitinum í Føroyum við føstum bústaði í Føroyum, tó í mesta lagi 40 ár, lækkað niður til næsta heila tal av árum.
§ 4 TAKS stendur fyri útgjaldingini, sum hvønn mánað verður sett á føroyska peningastovnskontu
TAKS stendur fyri útgjaldingini, sum hvønn mánað verður sett á føroyska peningastovnskontu.
§ 5 Doyr móttakari aftaná, at arbeiðsmarknaðareftirløn er útgoldin, men áðrenn mánaðurin, sum…
Doyr móttakari aftaná, at arbeiðsmarknaðareftirløn er útgoldin, men áðrenn mánaðurin, sum eftirløn er fyri, er byrjaður, verður eftirlønin ikki afturkravd. Er eftirlønin útgoldin aftaná, at móttakarin er deyður, verður eftirlønin afturkravd.
§ 6 Útgjaldingar av arbeiðsmarknaðareftirløn skulu vera til skjals fyri grannskoðara grunsins
Útgjaldingar av arbeiðsmarknaðareftirløn skulu vera til skjals fyri grannskoðara grunsins.
§ 7 Avgerðir um útgjald úr grunninum kunnu innan 4 vikur kærast til landsstýrismannin í…
Avgerðir um útgjald úr grunninum kunnu innan 4 vikur kærast til landsstýrismannin í arbeiðsmarknaðarmálum. Stk. 2. Freistin í stk. 1 verður roknað frá tí degi, kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina.
§ 8 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, men hevur virknað frá 1. juli 2009
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, men hevur virknað frá 1. juli 2009. Stk. 2. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 44 frá 9. mai 1997 um útgjald úr arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum. Fíggjarmálaráðið, 25. november 2009 Jóannes Eidesgaard (sign.) landsstýrismaður / Petur Alberg Lamhauge (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(2)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.