Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

19. november 2018 Nr. 146

Kunngerð um broyting í kunngerð um lestrarstuðul

(Broyta ásetingina um fyrireikandi málskeið)

§ 1 Í kunngerð nr. 107 frá 25. august 2011 um lestrarstuðul, sum broytt við kunngerð nr. 97 frá 2.…

Í kunngerð nr. 107 frá 25. august 2011 um lestrarstuðul, sum broytt við kunngerð nr. 97 frá 2. juli 2013, kunngerð nr. 91 frá 29. august 2014, kunngerð nr. 83 frá 16. august 2016 og kunngerð nr. 121 frá 18. august 2017, verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 16, stk. 1, nr. 1 verður orðað soleiðis: “1) Málslig fyrireikingarskeið í sambandi við hægri lestur,”. 2. § 16, stk. 3-5 verður strikað, og í staðin verður sett: “Stk. 3. Stuðul kann eisini veitast til málsligt fyrireikingarskeið áðrenn útbúgvingin byrjar, miðskeiðis ella beint eftir lokna útbúgving, tó í seinasta lagi 1 ár eftir, at útbúgvingin er lokin. Stk. 4. Um tann lesandi innan 15 mánaðir eftir, at málsliga fyrireikingarskeiðið er endað, fer undir hægri lestur sbrt. § 10, stk. 1 á lærustovni í landi, har høvuðsmálið er tað sama, sum tað var á málsliga fyrireikingarskeiðnum, verða lánini, sbr. stk. 2, umløgd til studning. Umleggingin frá láni til studning verður framd, eftir at tann lesandi hevur tikið royndirnar til fyrsta lestrarárið á lærustovninum. Stk. 5. Um málsliga fyrireikingarskeiðið er undir lestrinum, verður umleggingin frá láni til studning framd, eftir at tann lesandi hevur skjalprógv frá lestrarstaði um lestrarvirkni og váttan fyri lokið málskeið. Stk. 6. Um málsliga fyrireikingarskeiðið er eftir lokna útbúgving, verður umleggingin frá láni til studning framd, eftir at tann lesandi hevur skjalprógv fyri lokna útbúgving og váttan fyri lokið málskeið. Stk. 7. Í fyrsta umfari rindar tann lesandi skúlagjaldið. Eftir at skjalprógv er fingið til vega, fær tann lesandi upphæddina útgoldna. Stk. 8. Studni tekur avgerð í øllum ivamálum í sambandi við málsligu fyrireikingarskeiðini.”

§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Mentamálaráðið, 19. november 2018 Rigmor Dam (sign.) landsstýrismaður / Poul Geert Hansen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Broytingar
lestrarstuðul, sum seinast broytt við kunngerð nr. 14 frá 3. februar 2026 · innanhýsis
Galdandi · 25. august 2011

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙