Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

19. oktober 2020 Nr. 146

Kunngerð um broyting í kunngerð um samsýning til fosturforeldur

(Hækking av upphæddum á lummapeningi)

§ 1 Í kunngerð nr. 69 frá 19. mai 2006 um samsýning til fosturforeldur, sum broytt við kunngerð nr.…

Í kunngerð nr. 69 frá 19. mai 2006 um samsýning til fosturforeldur, sum broytt við kunngerð nr. 159 frá 13. desember 2018, verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 1, stk. 3 verður orðað soleiðis: “Stk. 3. Eisini verður eitt fast gjald um vikuna rindað til lummapening til barnið. Tá ið barnið er: 1) 3-6 ár er gjaldið 40 kr. 2) 7-10 ár er gjaldið 85 kr. 3) 11-13 ár er gjaldið 110 kr. 4) 14-15 ár er gjaldið 175 kr. 5) 16 ár og eldri er gjaldið 275 kr.” 2. § 2, stk. 2 verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Landsstýrismaðurin kunnger javnaðu gjøldini í rundskrivi í seinasta lagi 31. desember á hvørjum ári til at koma í gildi 1. januar árið eftir.”

§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2021

Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2021. Almannamálaráðið, 19. oktober 2020 Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur (sign.) landsstýrismaður / Eyðun Mohr Hansen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙