Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
2. juli 1993 Nr. 143
Kunngerð um próvtøkuhald innan maskinmeistaraútbúgving
Við heimild í § 6, litra c í løgtingslóg nr. 50 frá 28. apríl 1992 um maskinmeistaraútbúgving og aðrar maskin- og eltøkniútbúgvingar hevur landsstýrið fyrisett:
Fyriskipan
§ 1 Umsókn um at sleppa til próvtøku innan maskinmeistaraútbúgving skal vera Landsskúlastjóranum í…
Umsókn um at sleppa til próvtøku innan maskinmeistaraútbúgving skal vera Landsskúlastjóranum í hendi í seinasta lagi 15. mars fyri summarpróvtøku og 15. oktober fyri vetrarpróvtøku. Stk. 2. Umsóknarblað til próvtøku skal vera undirskrivað av umsøkjara og viðmæld av skúlanum. Stk. 3. Dópsseðil ella navnabræv og eitt oyðiblað við upplýsingum um, hvørt viðkomandi lýkur upptøkukrøvini sambært kunngerð nr. 129 frá 14. september 1992 um maskinmeistaraútbúgving, skulu verða send Landsskúlastjóranum saman við umsóknarblaðnum. Stk. 4. Treyt fyri at sleppa til próvtøku er, at umsøkjari lýkur tær treytir, sum eru ásettar fyri upptøku til maskinmeistaraútbúgving, og hevur fylgt teimum í lesiætlanum fyriskipaðu skeiðum við nóg góðum úrsliti. Stk. 5. Landsskúlastjórin góðkennir umsóknir til próvtøku, og verður honum heimilað at gera undantøk frá treytunum í stk. 1-4 í serligum førum. Munnlig próvtøka
§ 4 Upplýsingar um frálærutilfar til munnligar próvtøkur skulu vera Landsskúlastjóranum í hendi í…
Upplýsingar um frálærutilfar til munnligar próvtøkur skulu vera Landsskúlastjóranum í hendi í seinasta lagi 1. mai fyri summarpróvtøku og 1. november fyri vetrarpróvtøku. Sama er galdandi fyri upplýsingar um teir arbeiðshættir, ið eru brúktir, tá ið verkligar próvtøkur hava verið. Stk. 2. Lærarin ger spurningar til munnliga próvtøku, og skulu spurningarnir fevna um frálærutilfarið sambært stk. 1. Hvør próvtakari skal hava í minsta lagi 3 spurningar at velja ímillum. Stk. 3. Landsskúlastjórin útvegar próvdómarum upplýsingar um frálærutilfar sambært stk. 1.
§ 5 Yvirhoyring av próvtakara, sum er tilmæltur av einum skúla, verður framd av tí lærara, sum hevur…
Yvirhoyring av próvtakara, sum er tilmæltur av einum skúla, verður framd av tí lærara, sum hevur fyrireikað próvtakaran. Yvirhoyring av sjálvlesandi próvtakara fer fram eftir serskipan frá Landsskúlastjóranum. Stk. 2. Tað áliggur próvdómara at syrgja fyri, at yvirhoyring fer fram rættvísliga og siðiliga. Tað áliggur próvdómara at siga frá, tá yvirhoyringin skal enda, og verður honum loyvt, vanliga gjøgnum lærara/yvirhoyrara, at seta fram spurningar til próvtakara. Skrivlig og munnlig próvtøka
§ 6 Í seinasta lagi 14 dagar undan próvtøku fáa próvtakarar fráboðan um neyðug og loyvd hjálparamboð
Í seinasta lagi 14 dagar undan próvtøku fáa próvtakarar fráboðan um neyðug og loyvd hjálparamboð.
§ 7 Um próvtakari ynskir at melda frá próvtøku í eini ella fleiri lærugreinum, skal hetta gerast við…
Um próvtakari ynskir at melda frá próvtøku í eini ella fleiri lærugreinum, skal hetta gerast við skrivligari umsókn, sum skal vera Landsskúlastjóranum í hendi í seinasta lagi vikudagin fyri próvtøku í viðkomandi lærugrein/um. Stk. 2. Um skrivlig fráboðan sambært stk. 1 ikki er farin fram, og próvtakari ikki møtir til próvtøku, verður fráveran mett sum ein roynd at standa próvtøku í viðkomandi lærugrein. Stk. 3. Er sjúka orsøk til, at próvtakari ikki møtir próvtøkudagin, skal skrivlig fráboðan um hetta, læknaváttan og áheitan um, at fráveran ikki telur sum eitt próvtal, verða send Landsskúlastjóranum sum skjótast.
§ 8 Hevur próvtakari ikki staðið próvtøku í eini lærugrein eftir 3 royndir, verður honum ikki loyvt…
Hevur próvtakari ikki staðið próvtøku í eini lærugrein eftir 3 royndir, verður honum ikki loyvt at fara til próvtøku aftur, og hann má gevast við útbúgvingini, hann er farin undir. Stk. 2. Landsskúlastjórin kann loyva, at próvtakari í ávísum førum sleppur til próvtøku 4. ferð, um so er, at vælgrundað umsókn verður latin inn. Stk. 3. Umroynd í eini lærugrein kann fara fram í fyrsta lagi ein mánað eftir ta seinast hildnu próvtøku.
§ 9 Kemur fram undir próvtøkuni, at próvtakari á órættiligan hátt skilliga roynir at hjálpa ella…
Kemur fram undir próvtøkuni, at próvtakari á órættiligan hátt skilliga roynir at hjálpa ella hevur tikið ímóti hjálp frá øðrum próvtakara, skal hann beinanvegin verða vístur burtur frá próvtøkuni. Henda avgerð verður tikin av Landsskúlastjóranum ella av tí, sum umboðar Landsskúlastjóran á staðnum. Próvdøming
§ 10 Til próvdøming verður 13 stigin brúktur við fylgjandi próvtølum
Til próvdøming verður 13 stigin brúktur við fylgjandi próvtølum: 13 verður givið fyri framúr sjálvstøðugt og avbera gott avrik 11 verður givið fyri avbera gott og sjálvstøðugt avrik 10 verður givið fyri avbera gott, men av handahógvi merkt avrik 9 verður givið fyri gott avrik, sum er eitt sindur yvir miðal. 8 verður givið fyri miðalgott avrik 7 verður givið fyri toluligt avrik, sum er eitt sindur undir miðal. 6 verður givið fyri heldur ivasamt avrik, sum ein so dánt hjálpist við. 5 verður givið fyri vánaligt avrik, sum ein ikki hjálpist við. 03 verður givið fyri sera vánaligt og óhjálpið avrik. 00 verður givið fyri út av lagi ringt avrik. Stk. 2. Próvdómari og yvirhoyrari geva hvør sítt próvtal. Eru teir ikki samdir um próvtalið, verður próvtalið tað tal á stiganum, sum liggur næst miðaltalinum. Er miðaltalið mitt í millum tvey fylgjandi próvtøl á stiganum, verður próvtalið hækkað til næsta tal á stiganum, um próvdómarin hevur givið tað hægra próvtalið, og lækkað til næsta tal á stiganum, um próvdómarin hevur givið tað lægra próvtalið. Próvtølini 00 og 13 kunnu bert verða givin, um próvdómari og yvirhoyrari eru samdir um tað.
§ 11 Til próvtøku verða førdir próvtalslistar, ið verða váttaðir av teimum, sum hava gjørt dømingina,…
Til próvtøku verða førdir próvtalslistar, ið verða váttaðir av teimum, sum hava gjørt dømingina, og sendir Landsskúlastjóranum. Stk. 2. Samlaða próvtalsúrslitið gevur eitt miðalbýtistal, ið verður sett við einum desimali. Fyri at standa próvtøku krevst, at miðalbýtistalið er í minsta lagi 6. Stk. 3. 1. ársroynd. Fyri at standa próvtøkuna krevst, at 1) einki próvtal er minni enn 5 2) próvtølini í lærugreinunum elektrotøkni og maskinlæru skulu samanlagt geva í minsta lagi 12 3) próvtølini í lærugreinunum skulu samanlagt geva í minsta lagi 24. Stk. 4. 2. ársroynd. Fyri at standa próvtøkuna krevst, at 1) einki próvtal er minni enn 5 2) próvtølini í lærugreinunum rokning/støddfrøði, alisfrøði og evnafrøði skulu samanlagt geva í minsta lagi 18 3) próvtølini í øllum lærugreinunum skulu samanlagt geva í minsta lagi 60 Stk. 5. 3. ársroynd. Fyri at standa próvtøkuna krevst, at 1) einki próvtal er minni enn 5 2) próvtølini í lærugreinunum elektrotøkni/-elektronikki til 2. og 3. ársroynd skulu samanlagt geva í minsta lagi 30 3) próvtølini í lærugreinini maskinlæra til 2. og 3. ársroynd skulu samanlagt geva í minsta lagi 24 4) próvtølini í øllum lærugreinum til 1., 2. og 3. ársroynd skulu samanlagt geva í minsta lagi 126.
§ 12 Til 1. ársroynd verða 4 próvtøl givin
Til 1. ársroynd verða 4 próvtøl givin: Elektrotøkni 1 próvtal í skrivligum Maskinlæra 1 próvtal í skrivligum Sjórættur 1 próvtal í munnligum Heilsulæra 1 próvtal í munnligum Stk. 2. Til 2. ársroynd verða 10 próvtøl givin: Enskt 1 próvtal í skrivligum/munnligum Týskt 1 próvtal í munnligum Arbeiðsleiðsla 1 próvtal í skrivligum Rokning/støddfrøði 1 próvtal í skrivligum Alisfrøði 1 próvtal í skrivligum Evnafrøði 1 próvtal í skrivligum Elektrotøkni/ 2 próvtøl elektronikkur harav 1 í skrivligum Maskinlæra 2 próvtøl harav 1 í skrivligum Stk. 3. Til 3. ársroynd verða 7 próvtøl givin: Virkisbúskapur 1 próvtal í skrivligum Automatión 1 próvtal í munnligum Elektrotøkni/ 2 próvtøl elektronikkur harav 1 í skrivligum Elektrotøkni 1 próvtal í projektering Maskinlæra 2 próvtøl harav 1 í skrivligum
§ 13 Tær lærugreinir, sum eru uppi í maskinmeistaraútbúgvingini, skal próvtakarin hava staðið við nóg…
Tær lærugreinir, sum eru uppi í maskinmeistaraútbúgvingini, skal próvtakarin hava staðið við nóg góðum úrsliti innan fyri eina tíðarrammu upp á 6½ ár. Fyri teir næmingar, sum hava staðið 1. ársroynd, og sum hareftir skulu hava eina kravda starvstíð, verður tíðarramman longd samsvarandi. Stk. 2. Bert í serligum førum, tá talan er um sjúku o.t., verður Landsskúlastjóranum heimilað at gera frávik viðvíkjandi tíðarrammuni í stk. 1.
§ 14 Tann, sum eftir hesi kunngerð hevur staðið próvtøku, fær frá Landsskúlastjóranum útflýggjað prógv
Tann, sum eftir hesi kunngerð hevur staðið próvtøku, fær frá Landsskúlastjóranum útflýggjað prógv.
§ 15 Henda kunngerð kemur í gildi frá og við ársroyndunum á sumri 1993
Henda kunngerð kemur í gildi frá og við ársroyndunum á sumri 1993.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.