Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
23. november 2009 Nr. 144
Kunngerð um broyting í kunngerð um koyrikort og koyrifrálæru
§ 1 Í kunngerð nr. 112 frá 29. september 2005 um koyrikort og koyrifrálæru, sum seinast broytt við…
Í kunngerð nr. 112 frá 29. september 2005 um koyrikort og koyrifrálæru, sum seinast broytt við kunngerð nr. 121 frá 28. september 2009, verður í fylgiskjal 5, nr. III. Felagsreglur, Skúlavognsskelti, lýsingarskelti v.m. orðað soleiðis: “Skúlavognsskelti, lýsingarskelti v.m. Motorakfar, traktorar og vognrað skulu undir venjingarrakstri vera útgjørd við hvítum skelti ella skeltum við áskriftini “skúlavognur”, ávíkavist “skúlasúkkla”, skrivað við svørtum bókstavum. Skúlaskeltið skal vera ásett lodrætt ella nærum lodrætt og soleiðis, at áskriftin er týðiliga sjónlig, bæði framman og aftan í mun til longdarásin á akfarinum. skúlaskeltið má bert nýtast undir venjingarrakstri, umframt koyring til og frá staði, har venjingin fer fram. Meðan verkliga royndin fer fram, kann akfarið hava áskriftir við navni og telefonnummari á skrásettum eigara/nýtara, tó uttan at tilskila navn á koyriskúla ella líknandi. Akfarið má annars undir verkligu royndini ikki á nakran hátt vera merkt við reklamum, lýsingum fyri handlar ella virkir, búmerkjum ella øðrum. Akfør, sum undan 1. oktober 2009 hava verið merkt við reklamum og tílíkum, kunnu framvegis hava hesi fram til 1. oktober 2011, tá tey skulu verða tikin burtur. Nýggj skeltir mugu tó ikki setast á akfarið. Verður motorakfar, sum er serliga útgjørt til venjingarrakstur, nýtt til annað endamál enn venjingarrakstur og verkliga koyriroynd, skulu serligu nýtslutólini vera tikin burtur, huld ella læst á tryggan hátt, uttan so er, at eingin situr á plássinum, har hesi tól eru.”
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, hon er lýst
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, hon er lýst. Innlendismálaráðið, 23. november 2009 Annika Olsen (sign.) landsstýriskvinna / Rúni Joensen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.