Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
19. november 2009 Nr. 142
Kunngerð um fyrisiting av skipaskrásetingini
Við heimild í § 8 í løgtingslóg nr. 9 frá 5. mars 1970 um skráseting av skipum v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 24 frá 12. apríl 2006, verður ásett:
§ 1 Skjøl til skrásetingar verða latin inn millum kl. 9.00 og 12.00 teir dagar, Skipaskrásetingin…
Skjøl til skrásetingar verða latin inn millum kl. 9.00 og 12.00 teir dagar, Skipaskrásetingin hevur opið. Skjøl, sum koma inn í avgreiðslutíð, verða førd í dagbókina sama dag, meðan skjøl, sum koma inn aftaná avgreiðslutíð, verða førd inn í dagbókina næsta avgreiðsludag, sbr. §§ 9 og 40 í løgtingslóg um skráseting av skipum.
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð…
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 67 frá 30. apríl 2001 um fyrisiting av skipaskrásetingini. Vinnumálaráðið, 19. november 2009 Johan Dahl (sign.) landsstýrismaður / Arne Poulsen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(2)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.