Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

20. oktober 2021 Nr. 140

Kunngerð um broyting í kunngerð um lestrarstuðul

(Studningur til næmingar á gymnasialum miðnámsútbúgvingum í norðurlendskum samstarvi, ferðastudningur innanoyggja til næmingar á eftirskúlum og háskúlum, treytin fyri vistarhaldsstudningi, umframt tekniskar broytingar)

§ 1 Í kunngerð nr. 107 frá 25. august 2011 um lestrarstuðul, sum broytt við kunngerð nr. 97 frá 2.…

Í kunngerð nr. 107 frá 25. august 2011 um lestrarstuðul, sum broytt við kunngerð nr. 97 frá 2. juli 2013, kunngerð nr. 91 frá 29. august 2014, kunngerð nr. 83 frá 16. august 2016, kunngerð nr. 121 frá 18. august 2017, kunngerð nr. 146 frá 19. november 2018, kunngerð nr. 107 frá 16. juli 2019 og kunngerð nr. 116 frá 9. juli 2020, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 1, stk. 3 verður aftan á “stk. 2” sett: “, og gymnasialar miðnámsútbúgvingar, sum eru skipaðar sum liður í norðurlendskum samstarvi, og sum partvís eru staðsettar uttan fyri Føroyar”. 2. Í § 3 verður sum stk. 9 sett: “Stk. 9. Næmingur, sum tekur gymnasiala miðnámsútbúgving, sum er skipað sum liður í norðurlendskum samstarvi, og sum partvís er staðsett uttan fyri Føroyar, skal lata Studna skjalprógv fyri útreiðslur til vistarhald uttanlands sbr. tó stk. 6, nr. 3.” 3. § 5, stk. 1, 1. pkt. verður orðað soleiðis: “Ferðastudningurin innanoyggja verður latin lesandi og næmingum sbr. stk. 4, ið nýta Strandfaraskip Landsins til og frá skúla.” 4. § 5, stk. 4 verður orðað soleiðis: “Stk. 4. Undantiknir treytunum í stk. 3 eru næmingar í skúlum, sum eru skipaðir við heimild í: 1) løgtingslóg um húsarhaldsskúlar, 2) løgtingslóg um eftirskúlar, og 3) løgtingslóg um studning til fólkaháskúlar.” 5. Í § 7, stk. 2 verður “50 km” broytt til: “35 km”. 6. Í § 27, stk. 1 verður “Altjóða Skrivstovan” broytt til: “Undirvísingarstýrið”. 7. Í § 27, stk. 2 verður “Stjórin” broytt til: “Leiðarin”.

§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 1. august 2021

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 1. august 2021. Uttanríkis- og mentamálaráðið, 20. oktober 2021 Jenis av Rana (sign.) landsstýrismaður / Poul Geert Hansen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Broytingar
lestrarstuðul, sum seinast broytt við kunngerð nr. 14 frá 3. februar 2026 · innanhýsis
Galdandi · 25. august 2011

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙