Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
27. februar 1996 Nr. 14
Kunngerð um, hvat ferðandi kunnu flyta inn toll- og gjaldfrítt til Føroya, sum broytt við kunngerð nr. 10 frá 13. februar 1997
Við heimild í § 6 litra a, í løgtingslóg nr. 121 um toll hevur landsstýri fyrisett:
§ 1 Ferðandi, ið hava fylt 18 ár, kunnu flyta inn toll- og avgjaldsfrítt til egna nýtslu
Ferðandi, ið hava fylt 18 ár, kunnu flyta inn toll- og avgjaldsfrítt til egna nýtslu: Rúsdrekka yvir 22 rúmprosent alkohol: í mesta lagi 1 litur hægst 60 rúmprosent alkohol. Vín o.a. ikki yvir 22 rúmprosent alkohol: í mesta lagi 1 litur, ella borðvín: í mesta lagi 2 litrar Øl: í mesta lagi 2 litrar (6 fl.) hægst 5,8 rúmprosent alkohol.
§ 2 Ferðandi, ið hava fylt 15 ár, kunnu flyta inn toll- og avgjaldsfrítt
Ferðandi, ið hava fylt 15 ár, kunnu flyta inn toll- og avgjaldsfrítt: Sigarettir: í mesta lagi 200 stk., ella Sigarillos: í mesta lagi 100 stk., ella Sigarir: í mesta lagi 50 stk., ella Tubbak: í mesta lagi 250 gr.
§ 3 Ferðandi kunnu flyta inn toll- og avgjaldsfrítt
Ferðandi kunnu flyta inn toll- og avgjaldsfrítt: Luktilsi: í mesta lagi 50 gr. Rakivatn: í mesta lagi 25 cl. Sukurlátavørur: í mesta lagi 3 kg. Stk. 2. Ferðandi kunnu umframt nevndu vørur flyta inn toll- og avgjaldsfrítt aðrar vørur, sum tilsamans hava virði, ið ikki er hægri enn 2500 kr. Stk. 3. Hvítvørur, radio-, video- og sjónvarpstól, plátu-, fløgu- og bandavspælarar, parabolir og lutir til hesi kunnu tó ikki flytast inn toll- og avgjaldsfrítt eftir stk. 2.
§ 4 Vøra, ið hevur hægri virði enn 2500 kr., kann ikki flytast inn toll- og avgjaldsfrítt, men skal…
Vøra, ið hevur hægri virði enn 2500 kr., kann ikki flytast inn toll- og avgjaldsfrítt, men skal tollast í síni heild av samanlagda virðinum.
§ 5 Vøra, ið hoyrir saman sum ein eind, kann ikki innflytast partvíst ella fleiri ferðir av fleiri…
Vøra, ið hoyrir saman sum ein eind, kann ikki innflytast partvíst ella fleiri ferðir av fleiri persónum toll- og avgjaldsfrítt, sjálvt um virðið á hvørjum parti sær er lægri enn 2500 kr.
§ 6 Toll- og avgjaldsfríur innflutningur av omanfyrinevndu vørum verður bert játtaður einum ferðandi…
Toll- og avgjaldsfríur innflutningur av omanfyrinevndu vørum verður bert játtaður einum ferðandi einaferð um samdøgrið. Stk. 2. Treytin fyri toll- og avgjaldsfríum innflutningi er, at vørurnar eru til egna nýtslu og ikki til sølu ella annað vinnuligt endamál, og at hin ferðandi hevur vørurnar hjá sær í sínum persónliga viðføri, soleiðis at vørurnar verða vístar fram til tollviðgerð á staðnum. Stk. 3. Vørur, ið havdar verða fyri onnur ella verða sendar sum ferðagóðs, lúka ikki treytirnar fyri toll- og avgjaldsfríum innflutningi. Stk.4. Vørur, ið koma inn í landi sum ferðagóðs, og síðani verða sendar aftur til seljaran uttanlands til umbýting o. a., skulu gjalda toll- og avgjøld, tá ið vøran kemur aftur til Føroyar.
§ 7 Ferðandi, ið taka við sær vørur umframt tær omanfyri nevndu, ella aðrar vørur, ið hava hægri…
Ferðandi, ið taka við sær vørur umframt tær omanfyri nevndu, ella aðrar vørur, ið hava hægri virði enn 2.500 kr., hava skyldu óbiðin at siga tollvaldinum frá.
§ 8 Tollvaldið hevur rætt at kanna persónar, viðføri og flutningsfør, sum koma og fara. Ferðandi…
Tollvaldið hevur rætt at kanna persónar, viðføri og flutningsfør, sum koma og fara. Ferðandi skulu, tá tollvaldið krevur tað, uppgeva navn og bústað.
§ 9 Ferðandi skulu sjálv steðga upp til eftirlit, og tá ið tað verður kravt, pakka upp og aftur, tað…
Ferðandi skulu sjálv steðga upp til eftirlit, og tá ið tað verður kravt, pakka upp og aftur, tað sum kravt verður til eftirlit, og hava undir sektarábyrgd skyldu til at geva upp fyri tollvaldinum allar lutir og vørur, sum tey hava við sær úr útlondum, eins og tey hava skyldu til at siga frá øllum av týdningi fyri tollviðgerðina.
§ 10 Rætturin til toll- og avgjaldsfrían innflutning fellur burtur, um brot verður framt móti…
Rætturin til toll- og avgjaldsfrían innflutning fellur burtur, um brot verður framt móti tollreglunum.
§ 11 Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kungjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr.…
Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kungjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 155 frá 28. oktober 1992 um, hvat ferðandi kunnu flyta inn toll- og gjaldfrítt til Føroya. 1) Broytt við kunngerð nr. 10 frá 13. februar 1997.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.