Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

24. januar 1990 Nr. 14

Kunngerð um fráboðan frá arbeiðsvanlukkum

Við heimild í § 33, stk. 3 í løgtingslóg nr. 58 frá 24. mai 1974 um arbeiðaravernd við seinni broytingum hevur landsstýrið fyrisett:

§ 1 Arbeiðsgevarin hevur skyldu til skjótast gjørligt og í seinasta lagi 9. dagin eftir fyrsta…

Arbeiðsgevarin hevur skyldu til skjótast gjørligt og í seinasta lagi 9. dagin eftir fyrsta fráverudag hins skadda at fráboða arbeiðsvanlukkur og eitringartilburðir, sum hend eru av arbeiði í tænastu hansara, sum umfatað er í omanfyri nevndu lóg, um so er, at vanlukkan ella eitringin hevur havt við sær óarbeiðsføri í ein ella fleiri dagar umframt skaðadagin. Stk. 2. Sjálvt um talan ikki er um nakra setanarskipan, hevur eigarin (brúkarin) av maskinum, tekniskum yrkisevnum v.m. somu skyldu at fráboða allar arbeiðsvanlukkur og eitringar, sum hendar eru av hesum tólum.

§ 2 Fráboðan eftir § 1 skal gerast á eitt serligt fráboðanarskjal, sum fæst frá Arbeiðseftirlitinum

Fráboðan eftir § 1 skal gerast á eitt serligt fráboðanarskjal, sum fæst frá Arbeiðseftirlitinum. Stk. 2. Fráboðanarskjalið skal sendast høvuðsskrivstovu Arbeiðseftirlitsins í Tórshavn. Stk. 3. Arbeiðseftirlitið kann krevja fleiri upplýsingar um t.d. fráveru orsakað av skaðanum. Um so er fær tann fráboðanarskyldugi serligt skjal sent til útfyllingar. Stk. 4. Trygdarskipan virkisins (trygdarumboðið) og skaðarakti skulu hava makaskjal av fráboðanini útflýggjað. Arbeiðseftirlitið fær upprunaskjalið.

§ 3 Brot á hesa kunngerð verður sektað eftir § 40 í løgtingslóg nr. 58 frá 24. mai 1974 um…

Brot á hesa kunngerð verður sektað eftir § 40 í løgtingslóg nr. 58 frá 24. mai 1974 um arbeiðaravernd við seinni broytingum.

§ 4 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙