Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
27. november 2019 Nr. 139
Kunngerð um áseting og javning av almannaveitingum, sum seinast broytt við kunngerð nr. 147 frá 19. oktober 2020
Við heimild í § 6 í løgtingslóg nr. 107 frá 22. desember 1999 um áseting og javning av almannaveitingum, sum broytt við løgtingslóg nr. 4 frá 25. januar 2001, løgtingslóg nr. 113 frá 11. desember 2007 og løgtingslóg nr. 139 frá 6. oktober 2011, § 9, stk. 7, § 32, stk. 1 og 4 og § 32 e, stk. 3 í lov for Færøerne om offentlig forsorg, jf. lovbekendtgørelse nr. 100 frá 2. marts 1988, sum broytt við § 1 í lov nr. 393 af 20. maj 1992, § 3 í lov nr. 1075 af 23. desember 1992, løgtingslóg nr. 76 frá 23. mai 1997, løgtingslóg nr. 31 frá 30. apríl 2007, løgtingslóg nr. 147 frá 20. desember 2012 og løgtingslóg nr. 154 frá 12. desember 2018, § 12, stk. 5 í løgtingslóg nr. 63 frá 15. mai 2012 um arbeiðsfremjandi tiltøk, sum broytt við løgtingslóg nr. 142 frá 20. desember 2012, og § 29, stk. 4 í løgtingslóg nr. 18 frá 8. mars 2005 um barnavernd, verður ásett:
§ 1 Upphæddirnar sbrt. hesi kunngerð eru galdandi fyri 2020
Upphæddirnar sbrt. hesi kunngerð eru galdandi fyri 2020. Upphæddir sbrt. løgtingslóg um almannapensjónir o.a.
§ 2 Upphæddir sbrt. løgtingslóg um almannapensjónir o.a eru hesar
Upphæddir sbrt. løgtingslóg um almannapensjónir o.a eru hesar. Stk. 2. 1) Fólkapensjón er árliga: 1) Grundupphædd til støk er kr. 46.548,00. 2) Viðbót til støk, fødd áðrenn 1. januar 1953 er kr. 45.252,00. 3) Viðbót til støk, fødd aftaná 31. desember 1952 er kr. 57.348,00. 4) Grundupphædd til gift er kr. 36.276,00. 5) Viðbót til gift, fødd áðrenn 1. januar 1953 er kr. 36.372,00. 6) Viðbót til gift, fødd aftaná 31. desember 1952 er kr. 42.444,00. Stk. 3. Hægsta fyritíðarpensjón er árliga: 1) Grundupphædd til støk er kr. 72.360,00. 2) Viðbót til støk er kr. 62.184,00. 3) Viðbót til støk, búsitandi í Danmark ella Grønlandi pr. 23. desember 2017 sbrt. § 3, stk. 4 í løgtingslóg um almannapensjónir o.a., er kr. 71.928,00. 4) Grundupphædd til gift er kr. 57.492,00. 5) Viðbót til gift er kr. 57.804,00. 6) Viðbót til gift, búsitandi í Danmark ella Grønlandi pr. 23. desember 2017 sbrt. § 3, stk. 4 í løgtingslóg um almannapensjónir o.a., er kr. 64.944,00. Stk. 4. Miðal fyritíðarpensjón er árliga: 1) Grundupphædd til støk er kr. 72.360,00. 2) Viðbót til støk er kr. 31.332,00. 3) Grundupphædd til gift er kr. 57.492,00. 4) Viðbót til gift er kr. 29.496,00. Stk. 5. Lægsta fyritíðarpensjón er árliga: 1) Grundupphædd til støk er kr. 72.360,00. 2) Viðbót til støk er kr. 30.540,00. 3) Grundupphædd til gift er kr. 57.492,00. 4) Viðbót til gift er kr. 27.864,00. Stk. 6. Avlamisveiting er árliga kr. 33.768,00. Stk. 7. Avlamisviðbót er árliga kr. 33.768,00. Stk. 8. Eyka viðbót er árliga kr. 34.080,00. Stk. 9. Barnaviðbót er árliga kr. 12.996,00. Stk. 10. Hjálparviðbót er árliga kr. 36.096,00. Stk. 11. Røktarviðbót er árliga kr. 72.060,00. Stk. 12. 1) Frádráttarfrí inntøkuupphædd í fólkapensjón er árliga: kr. 45.000,00. Stk. 13. Frádráttarfrí inntøkuupphædd í fyritíðarpensjón er árliga kr. 92.900,00. Upphædd sbrt. løgtingslóg um viðbót til ávísar pensiónistar v.fl.
§ 3 Upphædd sbrt. løgtingslóg um viðbót til ávísar pensiónistar v.fl. er árliga kr. 7.608,00
Upphædd sbrt. løgtingslóg um viðbót til ávísar pensiónistar v.fl. er árliga kr. 7.608,00. Upphæddir sbrt. løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar o.fl.
§ 4 Upphæddir sbrt. løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar o.fl. eru hesar
Upphæddir sbrt. løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar o.fl. eru hesar. Stk. 2. Barnagjald sbrt. § 5 er árliga kr. 12.996,00. Stk. 3. Barnagjald sbrt. § 15, stk. 1 og 2 er árliga kr. 12.996,00. Stk. 4. Barnagjald sbrt. § 15, stk. 3 er árliga kr. 25.992,00. Stk. 5. Barnaískoyti sbrt. § 19 a er kr. 2.500,00 um ársfjórðingin. Stk. 6. Gjald í sambandi við føðing er ein eingangsupphædd á kr. 750,91. Stk. 7. Gjald til uppihald tveir mánaðir áðrenn og ein mánað aftaná føðing er kr. 1.284,89 um mánaðin. Upphæddir sbrt. kunngerð um serlig bútilboð
§ 5 Upphæddir sbrt. kunngerð um serlig bútilboð eru hesar
Upphæddir sbrt. kunngerð um serlig bútilboð eru hesar. Stk. 2. Egingjald fyri serligt bútilboð sbrt. § 11, stk. 2, 1. pkt. er mánaðarliga kr. 1.840,00. Stk. 3. Egingjald fyri serligt bútilboð sbrt. § 11, stk. 3, 1. pkt. er mánaðarliga kr. 2.198,00. Stk. 4. Fevnir gjaldið sbrt. § 11, stk. 2 og 3 eisini um kost, kann bútilboðið í mesta lagi krevja kr. 2.032,00 afturat ásetta egingjaldinum. Upphæddir sbrt. kunngerð um ískoyti til høgar bústaðarútreiðslur
§ 6 Upphæddir sbrt. kunngerð um ískoyti til høgar bústaðarútreiðslur eru hesar
Upphæddir sbrt. kunngerð um ískoyti til høgar bústaðarútreiðslur eru hesar. Stk. 2. Bústaðarútreiðslan sbrt. § 3, nr. 1, 1. pkt. er kr. 6.555,00. Stk. 3. Bústaðarútreiðslan sbrt. § 3, nr. 1, 2. pkt. er kr. 4.034,00. Stk. 4. Bústaðarútreiðslan sbrt. § 3, nr. 2, 1. pkt. er kr. 4.034,00. Stk. 5. Bústaðarútreiðslan sbrt. § 3, nr. 2, 2. pkt. er kr. 2.521,00. Stk. 6. Bústaðarútreiðslan sbrt. § 3, nr. 3, 1. pkt. er kr. 2.521,00. Stk. 7. Bústaðarútreiðslan sbrt. § 3, nr. 3, 2. pkt. er kr. 2.521,00. Stk. 8. Bústaðarútreiðslan sbrt. § 3, nr. 4, 1. pkt. er kr. 6.555,00. Stk. 9. Bústaðarútreiðslan sbrt. § 3, nr. 4, 2. pkt. er kr. 4.034,00. (Strikað) 2)
§ 7 2) (Strikað)
2) (Strikað). Gildiskoma og virknaður
§ 8 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá og við…
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá og við útgjalding av veitingum fyri januar mánað 2020. Almannamálaráðið, 27. november 2019 Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur (sign.) landsstýrismaður / Eyðun Mohr Hansen (sign.) 1) Broytt við kunngerð nr. 58 frá 11. mai 2020, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað fyri útgjalding av veitingum frá og við januar 2020.” 2) Broytt við kunngerð nr. 147 frá 19. oktober 2020, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2021.”
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(6)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
6 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.