Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
2. oktober 1992 Nr. 139
Kunngerð um skyldu hjá læknum og tannlæknum at siga Arbeiðseftirlitinum frá vinnusjúkum
Við heimild í § 33, stk. 3 í løgtingslóg nr. 58 frá 24. mai 1974 um arbeiðaravernd, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 44 frá 5. mai 1987 hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1 Læknar og tannlæknar, sum í yrki sínum staðfesta ella fáa illgruna um, at fólk hava fingið…
Læknar og tannlæknar, sum í yrki sínum staðfesta ella fáa illgruna um, at fólk hava fingið heilsubrek av arbeiði, skulu boða Arbeiðseftirlitinum frá hesum.
§ 2 Skyldan at boða frá dettur burtur, um læknin ella tannlæknin hava tryggjað sær, at starvsfelagi…
Skyldan at boða frá dettur burtur, um læknin ella tannlæknin hava tryggjað sær, at starvsfelagi hevur sagt frá tí sama.
§ 3 Fráboðanin verður send Arbeiðseftirlitinum beinanvegin, tá læknin ella tannlæknin staðfestir ella…
Fráboðanin verður send Arbeiðseftirlitinum beinanvegin, tá læknin ella tannlæknin staðfestir ella fær illgruna um, at heilsubrek kann verða elvt av arbeiði.
§ 4 Brot á hesa kunngerð verða sektað eftir § 40 í lógini
Brot á hesa kunngerð verða sektað eftir § 40 í lógini.
§ 5 Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.