Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

22. desember 2000 Nr. 138

Kunngerð um innkrevjing av gjaldi fyri ólógligan steðg ella ólógliga parkering

Við heimild í § 58 e, stk. 5, í ferðslulógini, smb. løgtingslógarkunngerð nr. 14 frá 2. mars 1988, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 27 frá 7. mars 2000, verður ásett:

§ 1 Gjaldið fyri brot á tær í § 58 e, stk. 1, í ferðslulógini fyrisettu reglur um steðg og parkering,…

Gjaldið fyri brot á tær í § 58 e, stk. 1, í ferðslulógini fyrisettu reglur um steðg og parkering, skal rindast Føroya Landfúta innan 10 dagar frá tí degi, tað er álagt. Verður roynt at krevja gjaldið frá eigaranum (nýtaranum) eftir § 58 e, stk. 4, í ferðslulógini, fær hann eina freist at rinda gjaldið upp á minst 10 dagar roknað frá tí degi, hann hevur fingið boð um gjaldskravið.

§ 2 Landfútin kann í serstøkum førum eftirgeva gjaldið ella leingja gjaldsfreistina

Landfútin kann í serstøkum førum eftirgeva gjaldið ella leingja gjaldsfreistina.

§ 3 Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2001. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 83 frá 6.…

Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2001. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 83 frá 6. november 1979 um gjald fyri ólógligan steðg og ólógliga parkering, við seinni broytingum. Vinnumálastýrið, 22. december 2000 Bjarni Djurholm (sign.) landsstýrismaður / Arne Poulsen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙