Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

29. november 1988 Nr. 138

Kunngerð um avmarkingar í upplýsingarskylduni sambært skattalógini viðvíkjandi rentum, innistandandi, lánum v.m. fyri 1988

Við heimild í § 2, stk. 3 og 10 í løgtingslóg nr. 54 frá 8. mai 1987 um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt og í §§ 120 b, stk. 4, 120 h, stk. 3 og 120 j, stk. 3 í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt við seinni broytingum hevur landsstýrið fyrisett:

§ 1 Upplýsingarskyldan um rentur, sum eru tilskrivaðar ella góðskrivaðar í 1988 og somuleiðis fyri…

Upplýsingarskyldan um rentur, sum eru tilskrivaðar ella góðskrivaðar í 1988 og somuleiðis fyri innistandandi á konti í 1988, samanber § 120 b í skattalógini, fellur burtur fyri 1988. Stk. 2. Reglurnar um upplýsingarskyldu, samanber § 120 b í skattalógini, fáa gildi fyri rentur, sum verða tilskrivaðar ella góðskrivaðar aftaná 31. desember 1988 og fyri seinni ár. Fráboðan um innistandandi skal fyrstu ferð latast um innistandandi við árslok í 1989, og fyri seinni ár verður upplýst eftir reglunum í skattalógini. Stk. 3. Upplýsingarskyldan sambært stk. 2 fyri 1989 verður eftir reglunum í skattalógini.

§ 2 Innlatingarskyldan fyri upplýsingarskyldu sambært §§ 120 h og 120 j í skattalógini fyri rentur…

Innlatingarskyldan fyri upplýsingarskyldu sambært §§ 120 h og 120 j í skattalógini fyri rentur v.m., sum verða tilskrivaðar ella falla til gjaldingar í 1988, fellur burtur fyri álmanakkaárið 1988. Somuleiðis fellur innlatingarskyldan um skuld og áljóðandi virði, samanber 1. pkt. í 1988, burtur fyri álmanakkaárið 1988. Stk. 2. Reglurnar um innlatingarskyldu, samanber §§ 120 h og 120 j í skattalógini, fáa gildi fyri rentur v.m., sum verða tilskrivaðar ella falla til gjaldingar aftaná 31. desember 1988 og seinni ár. Fráboðan um skuld og áljóðandi skal fyrstu ferð latast inn pr. 31. desember 1989, og fyri seinni ár verður upplýst eftir reglunum í skattalógini. Stk. 3. Upplýsingarskyldan sambært stk. 2 fyri 1989 verður sambært reglunum í skattalógini.

§ 3 Upplýsingar sambært §§ 120 b, 120 h og 120 j í skattalógini, samanber eisini § 1 og § 2 í hesi…

Upplýsingar sambært §§ 120 b, 120 h og 120 j í skattalógini, samanber eisini § 1 og § 2 í hesi kunngerð skulu latast Líkningarráðnum innan 20. januar. Upplýsingarnar fyri 1989 skulu sostatt latast Líkningarráðnum fyrstu ferð innan 20. januar 1990.

§ 4 Brot á hesa kunngerð kann verða sektað eftir § 120 l í skattalógini

Brot á hesa kunngerð kann verða sektað eftir § 120 l í skattalógini.

§ 5 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙