Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

7. oktober 2021 Nr. 137

Kunngerð um broyting í kunngerð um ókeypis koppseting ímóti ávísum smittandi sjúkum

(Tilboð til ávísar vandabólkar o.a.)

§ 1 Í kunngerð nr. 151 frá 29. oktober 2020 um ókeypis koppseting ímóti ávísum smittandi sjúkum verða…

Í kunngerð nr. 151 frá 29. oktober 2020 um ókeypis koppseting ímóti ávísum smittandi sjúkum verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 5, stk. 1, nr. 4 verður “BMI > 40” broytt til: “BMI > 35”. 2. Í § 5, stk. 1 verða aftan á nr. 4 sum nýggj nr. sett: “5) Børn eldri enn 6 mánaðir, har læknin metir, at heilsustøðan er av slíkum slagi, at influensa hevur við sær álvarsligan heilsuvanda. 6) Húski hjá barni, ið er í øktum vanda fyri at fáa álvarsliga influensu sbrt. § 5, nr. 5.” Nr. 5-8 verða eftir hetta nr. 7-10. 3. § 5, stk. 1, nr. 8, 1. pkt., sum verður nr. 10, 1. pkt., verður orðað soleiðis: “10) Starvsfólk innan heilsuøkið og umsorganarøkið, sum arbeiða við viðgerð, røkt og umsorgan av borgarum, sum eru í serligum vandabólki fyri at fáa álvarsamar sjúkugongdir vid influensa sbrt. nr. 1-9 og sum eru nevnd í litra a til dd:” 4. § 5, stk. 2 og 3 verða orðað soleiðis: “Stk. 2. Koppsetingin verður veitt sum ein 4-valent influensakoppseting, sbr. tó stk. 3. Stk. 3. Koppsetingin verður veitt sum ein 4-valent háskamtur, højdosis, influensakoppseting til persónar, sum hava fylt 82 ár innan 15. januar 2022, og til persónar eldri enn 65 ár, sum búgva á ellisheimi, røktarheimi, røktarbústaði ella líknandi. Koppingarevnið kann eisini bjóðast persónum, sum hava fylt 67 ár, og sum ikki tola onnur tøk koppingarevni.” 5. Í § 5 verður sum stk. 4 sett: “Stk. 4. Koppseting verður bjóðað lesandi, næmingum, ófaklærdum o.ø., ið røkja størv svarandi til tey í § 5, stk. 1, nr. 10 nevndu yrkjum, og sum arbeiða við viðgerð, røkt og umsorgan av borgarum, sum eru í serligum vanda fyri at verða álvarsliga sjúkir, um teir fáa influensu.”

§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Heilsumálaráðið, 7. oktober 2021 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) landsstýrismaður / Turid Arge (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙