Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
27. september 2017 Nr. 136
Kunngerð um broyting í kunngerð um talgildan roknskap
(Íverksetarafeløg undantikin frá kravinum um at lata upplýsingarnar í XBRL-sniði)
§ 1 Í kunngerð nr. 146 frá 18. desember 2015 um talgildan roknskap, sum broytt við kunngerð nr. 99…
Í kunngerð nr. 146 frá 18. desember 2015 um talgildan roknskap, sum broytt við kunngerð nr. 99 frá 30. juni 2017, verður § 1, stk. 1, 2. pkt. orðað soleiðis: “Feløg, sum eru fevnd av roknskaparklassa B og C í ársroknskaparlógini, tó ikki íverksetarafeløg, sbrt. kapittul 19 a í vinnufelagalógini, skulu harumframt innan 1. januar 2018 lata upplýsingarnar í XBRL-sniði.”
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Fíggjarmálaráðið, 27. september 2017 Kristina Háfoss (sign.) landsstýriskvinna / Bjarni Askham Bjarnason (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.