Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

17. juni 1993 Nr. 136

Kunngerð um frítøku fyri at rinda avgjald sambært løgtingslóg um meirvirðisgjald fyri vælgerandi tiltøk

Við heimild í § 2, stk. 5 í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald við seinni broytingum verður ásett:

§ 1 Tiltøk (basarar, konsertir, loppumarknaður v.m.), hvørs yvirskot burturav verður nýtt til…

Tiltøk (basarar, konsertir, loppumarknaður v.m.), hvørs yvirskot burturav verður nýtt til vælgerandi ella á annan hátt almannagagnligt endamál, kunnu eftir umsókn verða frítikin fyri at rinda avgjald. Stk. 2. Loyvi sambært stk. 1, kann verða givið til hesi tiltøk: 1) Eitt mánaðarligt tiltak, ið varir upp til 3 dagar. 2) Eitt árligt tiltak, ið varir upp til 14 dagar, ella 2 tiltøk, ið vara upp til 8 dagar. 3) Einsháttað, samanhangandi tiltøk, ið verða hildin eina ferð um árið einstakar dagar, fleiri vikur ella mánaðir upp í saman, ið tilsamans vara ikki meira enn 14 dagar. Stk. 3. Søla av vørum og tænastum skal fara fram eftir rokning og ábyrgd fyrireikarans, og fyrireikarin má ikki annars reka virksemi við sølu av samsvarandi vørum og tænastum.

§ 2 Innsavnan og søla av brúktum lutum við lítlum virði, t.d. fløskur, pappír og metal, ið verða…

Innsavnan og søla av brúktum lutum við lítlum virði, t.d. fløskur, pappír og metal, ið verða fyriskipað av vælgerandi feløgum v.fl., kunnu eftir umsókn verða frítikin fyri at rinda avgjald. Stk. 2. Frítøka sambært stk. 1, er treytað av, at felagið ikki annars rekur skrásetingarskyldugt virksemi, og at sølan burturav fer fram til skrásett virki.

§ 3 Umsókn um frítøku fyri at rinda avgjald skal sendast Toll- og Skattstovu Føroya

Umsókn um frítøku fyri at rinda avgjald skal sendast Toll- og Skattstovu Føroya. Stk. 2. Virki, ið verða frítikin fyri at rinda avgjald, skulu ikki skrásetast hjá Toll- og Skattstovu Føroya. Tílík virki skulu ikki tilskila meirvirðisgjaldsupphædd ella á annan hátt tilskila, at fakturaupphæddin er íroknað meirvirðisgjald á fakturair, avrokningarskjøl v.m. Stk. 3. Frítøka verður ikki veitt fyri meirvirðisgjald av keypi í samband við fyriskipan av teimum í §§ 1 og 2 umrøddu tiltøkum.

§ 4 Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr.…

Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 166 frá 3. desember 1992 um frítøku fyri avgjaldsskyldu sambært lóg um meirvirðisgjald fyri vælgerandi tiltøk.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙