Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

22. december 2000 Nr. 135

Kunngerð um broyting í kunngerð um skráseting av motorakførum o.ø.

§ 1 Í kunngerð nr. 34 frá 14. apríl 1983 um skráseting av motorakførum o.ø., sum seinast broytt við…

Í kunngerð nr. 34 frá 14. apríl 1983 um skráseting av motorakførum o.ø., sum seinast broytt við kunngerð nr. 95 frá 1. desember 1999, verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 49 a, stk. 3, verður “7” broytt til: “6”. 2) § 49 b, stk. 1, 2. pkt., verður orðað soleiðis: “Rætturin kann leingjast móti gjaldi, sbr. ásetingar í ferðslulógini um gjøld.” 3) §§ 49 c-d verða orðaðar soleiðis: “§ 49 c. Søkt kann eisini verða um avmarkaði ynskinummarspjøldur, har møguleiki er fyri at ynskja sær eina samanseting av tveimum bókstavum og trimum tilvildarliga valdum tølum. Umsøkjarin skal á umsóknini tilskila hvørja samanseting av bókstavum, ið søkt verður um, og akfaraskráin ásetur síðani 3 tøl. Stk. 2. Tey rættindi og tær skyldur, sum sbrt. § 49 b eru galdandi fyri vanlig ynskinummarspjøldur, eru ikki galdandi fyri avmarkaði ynskinummarspjøldur. Stk. 3. Gjaldið fyri avmarkaði ynskinummarspjøldur verður goldið við útflýggjan.

§ 49 d Avgerðir, tiknar eftir §§ 49 a-c kunnu hóast § 4 ikki kærast til annan fyrisitingarligan myndugleika

Avgerðir, tiknar eftir §§ 49 a-c kunnu hóast § 4 ikki kærast til annan fyrisitingarligan myndugleika.” 4) Aftan á § 49 d verður sett: “Triðja nummarspjaldur

§ 49 e Skrásetingarskyldug akfør kunnu móti gjaldi fáa útflýggjað eitt triðja (eyka) nummarspjaldur við…

Skrásetingarskyldug akfør kunnu móti gjaldi fáa útflýggjað eitt triðja (eyka) nummarspjaldur við skrásetingarnummari akfarsins. Hetta nummarspjaldur kann verða nýtt, tá farmur, sum t.d. súkklur, hongur aftan á akfarinum undir flutningi, og umstøðurnar eru slíkar, at aftara nummarspjaldrið á akfarinum er heilt ella lutvíst fjalt. Stk. 2. Triðja nummarspjaldrið hevur snið sum vanligt nummarspjaldur, og hevur reyðar bókstavir og/ella tøl. Stk. 3. Bílegging av einum triðja nummarspjaldri fer fram á Bileftirlitinum, og skrásetingarskjalið skal verða víst fram. Stk. 4. Umbiðið triðja nummarspjaldur skal verða avheintað í seinasta lagi 6 mánaðir eftir, at tað er umbiðið.” 5) § 50, stk. 3, verður orðað soleiðis: “Stk. 3. Ynskinummarspjøldur, tó ikki avmarkaði ynskinummarspjøldur, kunnu í tíðarskeiðnum, sum tey eru galdandi fyri, móti gjaldi flytast til annað akfar, sum verður skrásett til tann, sum hevur rættin til at nýta ynskinummarspjøldrini, sbr. ásetingar í ferðslulógini um gjøld.”

§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2001

Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2001. Vinnumálastýrið, 22. december 2000 Bjarni Djurholm (sign.) landsstýrismaður / Arne Poulsen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙