Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
20. august 1997 Nr. 135
Kunngerð um broyting í kunngerð um fiskiskapin á landleiðunum við fiskiførum, sum eru skrásett í Føroyum
§ 1 Í kunngerð nr. 97 frá 10. juni 1996 um fiskiskapin á landleiðunum við fiskiførum, sum eru…
Í kunngerð nr. 97 frá 10. juni 1996 um fiskiskapin á landleiðunum við fiskiførum, sum eru skrásett í Føroyum verður gjørd henda broyting: í § 4 verður sum nýtt stk. 3 sett: “Stk. 3. Á innaru landleiðini er beinleiðis veiða eftir sild, reyðsprøku, tungu, skrubbu og rognkelsi loyvd við upp til 10 gørnum fyri hvønn bát. Longdin á hvørjum garni má ikki fara upp um 30 favnar. Tó er ikki loyvt at seta gørn nærri landi enn 30 m, mált frá hægstu fjøru, við áarósa mugu tó ikki gørn setast nærri enn 100 m roknað frá ósamunnanum, mált frá hægstu fjøru. Eingin bátur má nýta sildagørn, har meskurin í nøkrum parti av garninum fer upp um 70 mm. Eingin bátur má í veiðu eftir reyðsprøku, tungu, skrubbu og rognkelsi nýta gørn, har meskarnir í nøkrum parti av garninum fara ávikavist niður um 125 mm og upp um 135 mm. Viðvíkjandi meskamáting verður víst til § 3, stk. 5.”
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð…
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 44 frá 24. mai 1988 um garnaveiðu eftir flatfiski innanfyri 12 fjórðingar. Fiskivinnudeildin, 20. august 1997 Anfinn Kallsberg (sign.) landsstýrismaður / Ulla Svarrer Wang (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.