Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
24. oktober 2022 Nr. 135
Kunngerð um broyting í kunngerð um ókeypis koppseting ímóti ávísum smittandi sjúkum
(Koppseting ímóti influensu og pneumokokkum)
§ 1 Í kunngerð nr. 151 frá 29. oktober 2020 um ókeypis koppseting ímóti ávísum smittandi sjúkum, sum…
Í kunngerð nr. 151 frá 29. oktober 2020 um ókeypis koppseting ímóti ávísum smittandi sjúkum, sum broytt við kunngerð nr. 137 frá 7. oktober 2021 og kunngerð nr. 152 frá 3. desember 2021, verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 5 verður orðað soleiðis: “§ 5. Tilboð um ókeypis koppseting ímóti influensa verður veitt hesum persónum: 1) Persónar, ið hava fylt 65 ár. 2) Fyritíðarpensjónistar. 3) Persónar, sum hava eina av hesum varandi sjúkum, ið eru nevndar undir litra a-g: a) Persónar, sum hava varandi lungnasjúku. b) Persónar, sum hava hjartasjúku og æðrasjúku, undantikið hækkað blóðtrýst við ongari sjúku annars. c) Persónar, sum hava diabetes 1 ella 2, sukursjúku. d) Persónar, sum hava órinsbrek, immundefekt, ið antin eru viðfødd ella íkomin. e) Persónar, har andadrátturin er ávirkaður av, at vøddamegin er niðursett. f) Persónar, sum hava varandi livrasvigna og nýrasvigna. g) Persónar við ovurfiti, vegleiðandi BMI > 35, eftir eini læknaligari meting. 4) Børn eldri enn 6 mánaðir, og vaksin, sum hava álvarsama sjúku, har læknin metir, at heilsustøðan er av slíkum slagi, at influensa hevur við sær álvarsligan heilsuvanda. 5) Húski hjá barni, ið er í øktum vanda fyri at fáa álvarsliga influensu sbrt. § 5, nr. 4. 6) Persónar, sum hava aðra álvarsliga sjúku, og læknin heldur, at heilsustøðan er av slíkum slagi, at influensa hevur við sær álvarsligan heilsuvanda. 7) Barnakonur frá 13. barnsburðarviku. 8) Húski hjá sjúklingum við nógv niðursettari órinsverju, sum antin er viðfødd ella íkomin, sbrt. nr. 3, litra d, eftir eini læknaligari meting. 9) Børn, ið hava fylt 2 ár, og sum ikki hava fylt 7. Børn, sum hava fingið fyrstu koppsetingina, áðrenn tey hava fylt 7 ár, kunnu verða liðugt koppsett, eftir, at tey hava fylt 7 ár. 10) Starvsfólk innan heilsuøkið og røktarrøkið, sum hava tætt samband við persónar, ið eru í øktum vanda fyri álvarsligari sjúklingagongd við influensu í sambandi við uppgávur innan røkt, umsorgan og viðgerð sbrt. nr. 1-6 og sum eru nevnd í litra a til gg: a) Læknar. b) Sjúkrarøktarfrøðingar. c) Farmaseutar. d) Kiropraktorar. e) Tannlæknar. f) Úrspenningarpedagogar. g) Bandagistar. h) Bioanalytikarar. i) Ergoterapeutar. j) Fysioterapeutar. k) Ljósmøður. l) Kliniskir dietistar. m) Optometristar. n) Radiografar. o) Audiologassistentar. p) Farmakonomar. q) Fótterapeutar. r) Neurofysiologassistentar. s) Tannklinikassistentar. t) Tannrøktarar. u) Tanntøkningar. v) Ítrívsvegleiðarar. w) Pleygarar. x) Røktarheimsassistentar. y) Heilsurøktarar. z) Heilsuhjálparar. aa) Sjúkrahjálparar. bb) Sálarfrøðingar. cc) Læknaskrivarar. dd) Heilsutænastuskrivarar. ee) Portørar. ff) Paramedisinarar. gg) Viðgerðarar í Sjúkraflutningstænastuni. hh) Atstøðingar í Sjúkraflutningstænastuni. Stk. 2. Koppsetingin verður veitt sum ein 4-valent influensakoppseting, sbr. tó stk. 3. Stk. 3. Koppsetingin verður veitt til børn í aldrinum 2 til 7 ár samsvarandi vegleiðing frá Sundhedsstyrelsen, tað merkir sum meginreglu, at koppsetingin verður veitt sum ein nasal 4-valent influensakoppseting. Stk. 4. Koppseting verður bjóðað lesandi, næmingum, ófaklærdum o.ø., ið røkja størv svarandi til tey í § 5, stk. 1, nr. 10 nevndu yrkjum, og sum arbeiða við uppgávum innan viðgerð, røkt og umsorgan av borgarum, sum eru í serligum vanda fyri at verða álvarsliga sjúkir, um teir fáa influensu.” 2. § 7 verður orðað soleiðis: “§ 7. Tilboð um ókeypis koppseting ímóti pneumokokkum verður veitt niðanfyrinevndu persónum: 1) Persónar, sum fáa bútilboð, sum eru skipað sbrt. §§ 45, 46 og 47 í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur sbrt. § 13, stk. 2, nr. 1, 2 og 3 í løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m. 2) Persónar, sum hava fylt 65 ár. 3) Persónar, sum hava eina av hesum varandi sjúkum, ið nevndar eru undir litra a-m: a) Persónar uttan milt, ella har miltið ikki virkar, sum tað skal. b) Persónar, har andadrátturin er ávirkaður av, at vøddamegin er niðursett. c) Persónar, sum hava órinsbrek, immundefekt, ið antin er viðfødd ella íkomin. d) Persónar við leka av heilavætu, liquor-lækage. e) Persónar, sum hava havt invasiva pneumokoksjúku, pneumokokkbruna í blóðinum ella pneumokokk-meningitis. f) Persónar, sum hava fingið Cochlear implantatión. g) Persónar, sum hava fingið upprunakyknuflutning, stamcelletransplantation. h) Persónar, sum hava fingið yrkisgagnsflutning, organtransplantation. i) Persónar, sum hava diabetes mellitus. j) Persónar, sum hava varandi hjartasjúku. k) Persónar, sum hava varandi lungnasjúku. l) Persónar, sum hava varandi nýrasjúku. m) Persónar, sum hava varandi livrasjúku. 4) Persónar yngri enn 18 ár, sum hava sjúku ella støðu, ið hevur við sær sera stóran vanda fyri at fáa invasiva pneumokokk sjúku, ið eru nevndar undir litra a-h, eftir eini læknaligari metan: a) Persónar, sum hava hjartasjúku, ið hevur við sær niðursetta iltmettan í blóðinum, cyanotiske hjertesygdomme. b) Persónar, sum hava hjartaviknan, hjerteinsufficiens. c) Persónar, sum hava fingið palliativa skurðviðgerð fyri hjartasjúku. d) Persónar, sum hava týðandi fylgir á blóðrenslið eftir hjartaskurðviðgerð. e) Persónar, sum hava varandi lungnalíðing, t.d. cystiska fibrosu. f) Persónar, sum hava niðursett lungnavirkni, orsakað av veikum andadráttsvøddum, hypodynamisk respirationsinsufficiens. g) Persónar, sum hava nefrotisk sjúkueyðkenni, nefrotisk syndrom. h) Persónar, sum hava órinsverjubrek, immundefekter, undantikið agammaglobulinæmi og SCID. 5) Persónar, sum hava aðrar álvarsamar sjúkur ella eru í eini hættisligari støðu, sum eftir ítøkiligu meting læknans, hevur við sær sera stóran vanda fyri at fáa invasiva pneumokokksjúku. 6) Sveisarar. Stk. 2. Koppsetingin verður veitt sum ein 23-valent pneumokokk koppseting. Stk. 3. Koppsetingin eftir stk. 1, nr. 1-6, verður veitt til persónar, sum ikki eru koppsettir við eini 23-valent pneumokokk koppseting seinastu 6 árini, ella eftir eini læknaligari meting við støði í eini andevnismáting, antistofmåling.”
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi, dagin eftir at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi, dagin eftir at hon er kunngjørd. Heilsumálaráðið, 24. oktober 2022 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) landsstýrismaður / Turid Arge (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.