Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
1. september 2020 Nr. 135
Kunngerð um broyting í kunngerð um tilgerð og útgerð hjá akførum (Útgerðarkunngerðin)
(Broytingar í ásetingum um ljósføring á lastbilum og lendisakførum)
§ 1 Í kunngerð nr. 61 frá 16. mai 2017 um tilgerð og útgerð hjá akførum (Útgerðarkunngerðin) verða…
Í kunngerð nr. 61 frá 16. mai 2017 um tilgerð og útgerð hjá akførum (Útgerðarkunngerðin) verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 9, stk. 1, nr. 1 verður orðað soleiðis: “1) Tvær hvítar ella gulligar nærljóslyktir, ið venda frameftir, E- ella e-merktar, við assymetriskum ljósi ella, sum eru DOT-merktar og, sum uttan at blinda, kunnu lýsa upp vegin í minsta lagi 30 metrar, og tvær, fýra ella seks hvítar ella gulligar fjarljóslyktir, ið venda frameftir, E- ella e-merktar, sum kunnu lýsa upp vegin í minsta lagi 100 metrar, og sum eru settar til eina eftirlitslampu við føraraplássið, og sum skulu vera íbundnar soleiðis, at í mesta lagi fýra fjarljóslyktir kunnu vera tendraðar samstundis. Bilur, hvørs loyvda heildarvekt fer upp um 3.500 kg, kann hava tvær ella fleiri fjarljóslyktir, ið venda frameftir, E- ella e-merktar, sum kunnu lýsa upp vegin í minsta lagi 100 metrar og sum eru settar til eina eftirlitslampu við føraraplássið.” 2. Í § 11, stk. 1, nr. 2 verður “Eina ella tvær” broytt til: “Eina ella fleiri”. 3. Í § 11, stk. 1, nr. 6 verður “eina ella tvær arbeiðslyktir” broytt til: “eina ella fleiri arbeiðslyktir”. 4. § 11, stk. 2 og 3 verða orðað soleiðis: “Stk. 2. Lastbilur, vognrað, smábussur og bussur kann hava tvær ella fleiri hvítar bakkilyktir og tvær ella fleiri reyðar steðgilyktir, ið venda aftureftir. Stk. 3. Lastbilur, vognrað, smábussur og bussur kann á hvørjari síðu framman, hava tvær gular leiðvísandi blunklyktir, á hvørjari síðu tvær gular leiðvísandi blunklyktir og á hvørjari síðu aftan, tvær ella fleiri gular leiðvísandi blunklyktir.” 5. Í § 33 verður sum nr. 7 sett: “7) Tríggjar hvítar ella gulligar nærljóslyktir, ið venda frameftir, og sum uttan at blinda kunnu lýsa upp vegin í minsta lagi 30 metrar, og tríggjar fjarljóslyktir, ið venda frameftir, ið kunnu lýsa upp vegin í minsta lagi 100 metrar.”
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Fíggjarmálaráðið, 1. september 2020 Jørgen Niclasen (sign.) landsstýrismaður / Bjarni Askham Bjarnason (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.