Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

25. oktober 2019 Nr. 134

Kunngerð um broyting í kunngerð um ókeypis koppseting ímóti ávísum sjúkum, sum seinast broytt við kunngerð nr. 52 frá 29. apríl 2020

(Ókeypis koppseting ímóti kikhosta til barnakonur)

§ 1 Í kunngerð nr. 126 frá 2. desember 2015 um ókeypis koppseting ímóti ávísum sjúkum, sum broytt við…

Í kunngerð nr. 126 frá 2. desember 2015 um ókeypis koppseting ímóti ávísum sjúkum, sum broytt við kunngerð nr. 148 frá 22. november 2018 og kunngerð nr. 116 frá 19. juli 2019 verða gjørdar hesar broytingar: “Koppseting ímóti kikhosta til barnakonur

§ 6 a Tilboð um ókeypis koppseting ímóti kikhosta verður veitt hesum persónum

Tilboð um ókeypis koppseting ímóti kikhosta verður veitt hesum persónum: 1) Barnakonum, sum eru í viku 32. 2) Barnakonum, sum eru í viku 33-39, tá tilboðið kemur í gildi. 3) Barnakonum, har læknafakliga verður hildið, at vandi er fyri barnsburði áðrenn viku 32.”

§ 2 1) 2) Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og fer úr gildi tann 1.…

1) 2) Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og fer úr gildi tann 1. januar 2021. Heilsumálaráðið, 25. oktober 2019 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) landsstýrismaður / Turid Arge (sign.) 1) Broytt við kunngerð nr. 7 frá 31. januar 2020. 2) Broytt við kunngerð nr. 52 frá 29. apríl 2020.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙