Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

23. oktober 2019 Nr. 133

Kunngerð um mynstring

Við heimild í § 2, stk. 2 og 3, § 3, § 4, stk. 1 og § 6, stk. 3 í løgtingslóg nr. 55 frá 30. apríl 2018 um mynstring (Mynstringarlógin), verður ásett:

§ 1 Mynstringarskylda er á øllum føroyskum skipum til støddar 20 BT ella meira, undantikið…

Mynstringarskylda er á øllum føroyskum skipum til støddar 20 BT ella meira, undantikið útróðrarfør á føroysku landleiðunum, sum reka heimaútróður og eftir ætlan ikki eru meira enn 48 tímar heimanífrá.

§ 2 Mynstringin fer fram eftir hesum reglum

Mynstringin fer fram eftir hesum reglum: 1) Á fiskiskipum verður mynstrað fyri hvønn túrin sær. 2) Á handilsskipum verður mynstrað í minsta lagi tvær ferðir árliga, og tá ið tikið verður við ella farið verður úr starvi umborð á skipinum.

§ 3 Tá ið mynstrað verður, hevur skiparin ábyrgdina av, at skipsmanningarlisti verður skrivaður,…

Tá ið mynstrað verður, hevur skiparin ábyrgdina av, at skipsmanningarlisti verður skrivaður, undirskrivaður og sendur mynstringarmyndugleikanum. Stk. 2. Skipsmanningarlistin skal latast mynstringarmyndugleikanum elektroniskt, sbrt. § 7, stk. 2, áðrenn siglt verður. Stk. 3. Rættingar til skipsmanningarlistan kunnu tó verða gjørdar aftaná, at skipið er byrjað ferðina, men skulu hesar tá verða fráboðaðar mynstringarmyndugleikanum skjótast til ber.

§ 4 Skiparin skal síggja til, at eintak av skipsmanningarlistanum altíð er til taks umborð, antin í…

Skiparin skal síggja til, at eintak av skipsmanningarlistanum altíð er til taks umborð, antin í pappírsformi ella í elektroniskum formi.

§ 5 Reiðarin hevur skyldu til at boða mynstringarmyndugleikanum frá, tá ið skipari tekur við ella fer…

Reiðarin hevur skyldu til at boða mynstringarmyndugleikanum frá, tá ið skipari tekur við ella fer úr starvi sínum á skipinum. Stk. 2. Fráboðanin til mynstringarmyndugleikan sbrt. stk. 1 kann verða skrivað á skipsmanningarlistan saman við manningini.

§ 6 Í skipsmanningarlistanum skulu í minsta lagi verða ásettar hesar upplýsingar um hin mynstraða og…

Í skipsmanningarlistanum skulu í minsta lagi verða ásettar hesar upplýsingar um hin mynstraða og skiparan: 1) Fulla navn og p-tal, 2) lokadagur á galdandi heilsuprógvi og trygdarskeiði, 3) starvsheiti sbrt. manningarskjali og avvarðandi sáttmála, 4) nummar á galdandi sjóvinnubrævi, tá hetta er kravt fyri at mynstra, og 5) undirskrift.

§ 7 Sjóvinnustýrið er mynstringarmyndugleiki, og hevur eftirlit við mynstringum

Sjóvinnustýrið er mynstringarmyndugleiki, og hevur eftirlit við mynstringum. Stk. 2. Sjóvinnustýrið skal tryggja, at elektronisk skipan er tøk, har skipsmanningarlistar skulu latast inn, sbrt. § 3, stk. 2. Stk. 3. Sjóvinnustýrið ella annar veitari, ið Sjóvinnustýrið hevur góðkent, gevur atgongd til skipanina sbrt. stk. 2. Stk. 4. Sjóvinnustýrið kann í serligum føri loyva, at skipsmanningarlistin verður latin mynstringarmyndugleikanum á annan hátt enn sbrt. § 3, stk. 2.

§ 8 Brot á §§ 3-6 verða revsað við sekt

Brot á §§ 3-6 verða revsað við sekt. Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar kunnu verða revsaðir sbrt. reglunum í kapitli 5 í revsilógini.

§ 9 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Vinnu- og umhvørvismálaráðið, 23. oktober 2019 Helgi Abrahamsen (sign.) landsstýrismaður / Herálvur Joensen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Heimildir
mynstring (Mynstringarlógin) · innanhýsis
Galdandi · 30. apríl 2018

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙