Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
21. september 2017 Nr. 133
Kunngerð um broyting í kunngerð um sjóvinnubrøv og førleikakrøv til manning við skipum
(Førleikakrøv til kokkar við fiskiskipum í heimasigling)
§ 1 Í kunngerð nr. 105 frá 5. august 2015 um sjóvinnubrøv og førleikakrøv til manning við skipum…
Í kunngerð nr. 105 frá 5. august 2015 um sjóvinnubrøv og førleikakrøv til manning við skipum verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 41 verður aftan á stk. 2 sum nýtt stk. sett: “Stk. 3. Fyri at fáa sjóvinnubræv sum skipskokkur við fiskiskipum í heimasigling krevst, at umsøkjarin er fyltur 18 ár, og í minsta lagi hevur staðið skeið sambært § 1 í kunngerð um førleikakrøv til sjófólk, sum handfara matvørur umborð á skipi. Skipskokkur við sjóvinnubrævi sambært 1. pkt. kann við loyvi frá Sjóvinnustýrinum mynstra við skipi, ið vanliga er í heimasigling, tá skipið í einstøkum førum fer til fiskiskap uttanfyri føroyskt sjóøki.” Stk. 3 verður eftir hetta stk. 4.
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 21. september 2017 Poul Michelsen (sign.) landsstýrismaður / Herálvur Joensen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.