Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

14. september 1992 Nr. 133

Kunngerð um reglugerð fyri útbúgvingarráð fyri maskinmeistara- og aðrar maskin- og eltøkniútbúgvingar

Við heimild í § 2 í løgtingslóg nr. 50 frá 28. apríl 1992 um maskinmeistaraútbúgving og aðrar maskin- og eltøkniútbúgvingar hevur landsstýrið fyrisett:

§ 1 Útbúgvingarráðið hevur 8 limir og 8 varalimir, ið verða tilnevndir av landsstýrinum eftir tilmæli…

Útbúgvingarráðið hevur 8 limir og 8 varalimir, ið verða tilnevndir av landsstýrinum eftir tilmæli frá niðanfyri standandi feløgum soleiðis: Maskinmeistarafelagið 2 limir og 2 tiltakslimir, har annar skal umboða maskinmeistarar á landi og annar maskinmeistarar á sjónum. Motorpassarafelagið 1 limur og 1 tiltakslimur Føroya Reiðarafelag 1 limur og 1 tiltakslimur Føroya Arbeiðsgevarafelag 1 limur og 1 tiltakslimir Føroya Handverksmeistarafelag 2 limir og 2 tiltakslimir, har annar er el-innleggjari og Føroya Handverkarafelag 1 limur og 1 tiltakslimur. Stk. 2. Skúlastjóri, lærarar, næmingar og starvsfólk skúlans kunnu ikki vera ráðslimir.

§ 2 Ráðið skipar seg við formanni og varaformanni, soleiðis at formaðurin verður valdur ímillum…

Ráðið skipar seg við formanni og varaformanni, soleiðis at formaðurin verður valdur ímillum limirnar hjá maskinmeistarafelagnum. Stk. 2. Varalimir kunnu bert luttaka á ráðsfundum, um tann fasti limurin hevur forfall, tó kunnu varalimir luttaka í viðgerð av málum, sum viðvíkja nevnd sambært § 4, har viðkomandi hevur sæti. Stk. 3. Skúlastjórin, 1 umboð fyri lærarar, 1 umboð fyri næmingar og 1 umboð fyri starvsfólk skúlans kunnu taka lut á ráðsfundi uttan atkvøðurætt. Ráðið kann taka avgerð um, at hesi nevndu ikki skulu taka lut á ávísum ráðsfundi. Stk. 4. Ráðsformaðurin kann tilkalla serkøna hjálp til viðgerð av einstøkum málum.

§ 3 Ráðið skal viðgera fakliga innihaldið í øllum útbúgvingum, sum løgtingslógin um…

Ráðið skal viðgera fakliga innihaldið í øllum útbúgvingum, sum løgtingslógin um maskinmeistaraútbúgving og aðrar maskin- og eltøkniútbúgvingar fatar um, og geva Landsskúlafyrisitingini sítt ummæli hesum viðvíkjandi. Stk. 2. Ráðið kann taka allar týðandi spurningar, ið eru umfataðir av løgtingslógini, sum er nevnd í stk. 1, til viðgerðar og leggja teir fyri Landsskúlafyrisitingina. Stk. 3. Ráðið skal annars geva ummæli í øllum málum, sum Landsskúlafyrisitingin leggur fyri tað. Stk. 4. Ráðið skal vera uppi í ráðleggingum í øllum byggimálum, sum viðvíkja skúlanum, við einum limi.

§ 4 Ráðið kann seta fastar nevndir, ið verða valdar millum limir og varalimir, við ávísum…

Ráðið kann seta fastar nevndir, ið verða valdar millum limir og varalimir, við ávísum arbeiðsuppgávum. Stk. 2. Formaðurin fyri ráðið, ella eftir hansara avgerð næstformaðurin, virkar sum formaður í teimum í stk. 1 umrøddu nevndum. Stk. 3. Umframt tær í stk. 1 umrøddu føstu nevndir, kunnu verða settar fyribils nevndir.

§ 5 Formaðurin kallar ráðið saman so ofta, hann heldur tað verða neyðugt. Ráðið skal tó kallast…

Formaðurin kallar ráðið saman so ofta, hann heldur tað verða neyðugt. Ráðið skal tó kallast saman, tá ið minst 2 ráðslimir ynskja tað, og tað fyriliggur skrivligt ynski um hetta hjá formanninum. Stk. 2. Tíð og stað til fundir hjá ráðnum verður ásett av formanninum, sum kallar ráðið saman og leiðir fundin.

§ 6 Ráðið er viðtøkuført, tá ið í minsta lagi helvtin av limunum eru á fundi. Samtyktir verða gjørdar…

Ráðið er viðtøkuført, tá ið í minsta lagi helvtin av limunum eru á fundi. Samtyktir verða gjørdar við vanligum atkvøðumeiriluta. Stendur á jøvnum, er atkvøða formansins avgerandi.

§ 7 Landsskúlastjórin tilnevnir skrivara ráðsins

Landsskúlastjórin tilnevnir skrivara ráðsins.

§ 8 Gerðabók verður førd á øllum fundum ráðsins, og fundarfrágreiðing verður send øllum ráðslimum,…

Gerðabók verður førd á øllum fundum ráðsins, og fundarfrágreiðing verður send øllum ráðslimum, varalimum og maskinskúlanum.

§ 9 Landsskúlafyrisitingin rindar ráðslimunum fundarpening og ferða- og dagpening eftir somu reglum,…

Landsskúlafyrisitingin rindar ráðslimunum fundarpening og ferða- og dagpening eftir somu reglum, sum eru galdandi fyri tænastumenn landsins. Landsskúlafyrisitingin rindar somuleiðis aðrar útreiðslur, ið standast av arbeiði ráðsins.

§ 10 Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
maskinmeistaraútbúgving · innanhýsis
Galdandi · 15. september 2005

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙