Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

10. desember 2013 Nr. 132

Kunngerð um frítøku fyri at rinda til eftirløn vegna tíðaravmarkað starv

Við heimild í § 1, stk. 5 í løgtingslóg nr. 49 frá 14. mai 2013 um eftirlønarsamansparing og skatt av eftirløn og rentutryggingum verður ásett:

Treytir

§ 1 Persónur, ið flytur til Føroya í sambandi við eitt tíðaravmarkað starv, kann verða frítikin fyri…

Persónur, ið flytur til Føroya í sambandi við eitt tíðaravmarkað starv, kann verða frítikin fyri at rinda til eina føroyska eftirlønarskipan sambært eftirlønarlógini. Undantak kann verða givið í eitt ella fleiri tíðarskeið, tó í mesta lagi 60 mánaðir samanlagt. Stk. 2. Sum tíðaravmarkað starv er bert at rokna starv, har tað sbrt. sáttmála millum arbeiðsgevara og arbeiðstakara beinleiðis er ásett, at starvið er tíðaravmarkað. Stk. 3. Tað er ein treyt, at flutt verður til Føroya í sambandi við starvið.

§ 2 Persónur, sum frammanundan hevur rindað til eina føroyska eftirlønarskipan sbrt.…

Persónur, sum frammanundan hevur rindað til eina føroyska eftirlønarskipan sbrt. eftirlønarlógini, kann ikki koma undir treytirnar í hesi kunngerð. Umsókn

§ 3 Umsókn um undantøku skal sendast TAKS saman við avriti av starvssáttmála sbrt. § 1, stk. 2.…

Umsókn um undantøku skal sendast TAKS saman við avriti av starvssáttmála sbrt. § 1, stk. 2. Viðgerðartíðin hjá TAKS er í mesta lagi 15 arbeiðsdagar. Gildiskoma

§ 4 Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2014

Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2014 Fíggjarmálaráðið, 10. desember 2013 Jørgen Niclasen (sign.) landsstýrismaður / Bjarni Askham Bjarnason (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙