Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
14. september 1992 Nr. 132
Kunngerð um grundskeið í skipskokkayrkinum
Við heimild í § 7 í løgtingslóg nr. 65 frá 5. juni 1984 um sjómansútbúgving, sum broytt við løgtingslóg nr. 2 frá 9. januar 1986 og løgtingslóg nr. 64 frá 21. mai 1987 hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1 Grundskeið fyri skipskokkar fer fram á sjómansskúlum
Grundskeið fyri skipskokkar fer fram á sjómansskúlum.
§ 2 Ein og hvør, sum hevur lokið skylduga skúlagongd fólkaskúlans, kann verða upptikin á grundskeið…
Ein og hvør, sum hevur lokið skylduga skúlagongd fólkaskúlans, kann verða upptikin á grundskeið fyri skipskokkar. Stk. 2. Umsókn um upptøku verður send viðkomandi sjómansskúla.
§ 3 Frálærutíðin er 20 vikur á 40 tímar og fevnir um hesar lærugreinir
Frálærutíðin er 20 vikur á 40 tímar og fevnir um hesar lærugreinir: Samtíðarkunning Føroyskt Danskt Enskt Rokning/støddfrøði Reingerð/føðslulæra Sjómansskapur Trygd á sjónum Fiskivinna Proviantering Matgerð Baking Fyrstahjálp Eldsløkking.
§ 4 Til próvtøkuna verða 8 próvtøl givin
Til próvtøkuna verða 8 próvtøl givin: Føroyskt 1 próvtal í skrivligum Danskt 1 próvtal í skrivligum Enskt 1 próvtal í skrivligum Rokning/støddfrøði 1 próvtal í skrivligum Reingerð/føðslulæra 1 próvtal Proviantering 1 próvtal í skrivligum Matgerð 1 próvtal Baking 1 próvtal
§ 5 Henda kunngerð fær gildi 1. august 1992
Henda kunngerð fær gildi 1. august 1992. Stk. 2. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 90 frá 6. juli 1988 um grundskeið í skipskokkayrkinum.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.