Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

4. oktober 2001 Nr. 132

Kunngerð um frádrátt fyri part av meirútreiðslum til kost, húsaleigu, ferða- og flutningsútreiðslur og sjúkra- og vanlukkutryggingar vegna inntøkugevandi arbeiði í útlondum ella umborð á útlendskum skipi fyri 2002

Við heimild í § 33, nr. 12 í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt við seinni broytingum, verður ásett:

§ 1 Frádrátturin fyri part av meirútreiðslum til kost, húsaleigu, ferðing, flutning og sjúkra- og…

Frádrátturin fyri part av meirútreiðslum til kost, húsaleigu, ferðing, flutning og sjúkra- og vanlukkutrygging, ið skattgjaldari hevur vegna inntøkugevandi arbeiði á landi uttanlands ella umborð á útlendskum skipi, verður veittur sum ein samdøgurfrádráttur. Stk. 2. Treytin fyri samdøgurfrádrátti er, at talan er um persón við fullari skattskyldu til Føroya, og at hesin hevur inntøkugevandi arbeiði á landi uttanlands ella umborð á útlendskum skipi antin í 2 mánaðir uttan slit innan fyri eitt 12 mánaða tíðarskeið ella í 100 samdøgur innan fyri eitt 12 mánaða tíðarskeið. Stk. 3. Skattgjaldarin kann ikki fáa frádrátt eftir reglunum í hesi kunngerð og samstundis fáa endurgjald eftir § 29, nr. 7 í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt ella á annan hátt fáa endurgjald fyri meirútreiðslurnar ella stuðul til dupult húsarhald. Stk. 4. Skattgjaldarin hevur skyldu til at rokna ta í útlandinum ella umborð á útlendskum skipi vunnu lønina við í føroysku skattskyldugu inntøkuna, tá ið henda verður gjørd upp og skal við sjálvuppgávuni leggja við skjalprógv fyri dagatalið uttanlands ella umborð í útlendskum skipi, umframt árslønarseðil og viku- ella mánaðaravrokningar.

§ 2 Frádráttur verður roknaður frá tí farið verður úr Føroyum í samband við arbeiði uttanlands.…

Frádráttur verður roknaður frá tí farið verður úr Føroyum í samband við arbeiði uttanlands. Frádráttur kann bert verða veittur fyri teir dagar, ið veruliga hava beinleiðis samband við ferðina og dvølið uttanlands vegna arbeiði í útlandinum ella umborð á útlendskum skipi. Annar - fyri arbeiði annars óviðkomandi - dvølur uttanlands, verður ikki taldur við í frádráttartíðarskeiðnum.

§ 3 Fyri arbeiði umborð á útlendskum skipi og fyri arbeiði í útlondum er samdøgurfrádrátturin fyri…

Fyri arbeiði umborð á útlendskum skipi og fyri arbeiði í útlondum er samdøgurfrádrátturin fyri 2002 kr. 100,-.

§ 4 Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2002. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 120 frá 22.…

Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2002. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 120 frá 22. desember 2000 um frádrátt fyri part av meirútreiðslum til kost, húsaleigu, ferða- og flutningsútreiðslur og sjúkra- og vanlukkutryggingar vegna inntøkugevandi arbeiði í útlondum ella umborð á útlendskum skipi fyri 2001. Fíggjarmálastýrið, 4. oktober 2001 Karsten Hansen (sign.) landsstýrismaður / Petur Alberg Lamhauge (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙