Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
4. oktober 2001 Nr. 131
Kunngerð um undantaksloyvi at fáa toll- og avgjaldsskyldugar vørur útflyggjaðar móti veiting av peningartrygd (tollkreditt)
Við heimild í § 13, stk. 2 og § 30a í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll, sum m.a. broytt við løgtingslóg nr. 109 frá 13. juni 1997, og sum seinast er broytt við løgtingslóg nr. 24 frá 21. februar 2000, verður ásett:
§ 1 Toll- og Skattstova Føroya kann eftir umsókn veita undantaksloyvi um at fáa toll- og…
Toll- og Skattstova Føroya kann eftir umsókn veita undantaksloyvi um at fáa toll- og avgjaldsskyldugar vørur útflýggjaðar, áðrenn avgjøld eru goldin, móti veiting av peningartrygd. Stk. 2. Trygdin, sum skal kunna rindast, tá Toll- og Skattstovan krevur tað, skal svara til avgjøldini av móttiknum toll- og avgjaldsskyldugum vørum ein miðal mánað seinasta 12 mánaða tíðarskeiðið, tó í minsta lagi kr. 100.000.
§ 2 Tollur og avgjøld av teimum vørum, ið eru móttiknar í einum mánaði, skulu vera goldin í seinasta…
Tollur og avgjøld av teimum vørum, ið eru móttiknar í einum mánaði, skulu vera goldin í seinasta lagi 28. í mánaðinum eftir. Stk. 2. Renta verður roknað av ov seint goldnum tolli- og avgjøldum við 1,5% um mánaðin frá degnum eftir gjaldsdegnum og til goldið er. Stk. 3. Avgjøld og renta, sum eru gjaldkomin, kunnu innheintast við útpanting, sbrt. § 21 í lógini.
§ 3 Avvarðandi avgreiðsla skal skjótast til ber lata vørumóttakaranum uppgerð yvir tær vørur, ið eru…
Avvarðandi avgreiðsla skal skjótast til ber lata vørumóttakaranum uppgerð yvir tær vørur, ið eru útflyggjaðar sambært undantaksloyvi. Tollkrav, sum stendst av, at samsvar ikki er millum uppgerðina frá avgreiðsluni og móttiknar vørur, verður ikki góðkent av Toll- og Skattstovuni, uttan so, at sagt verður Toll- og Skattstovuni frá hesum við móttøkuna. Stk. 2. Vørumóttakarin skal í seinasta lagi 14 dagar aftaná, at vøran er komin, lata Toll- og Skattstovuni faktura, konossement og onnur skjøl, sum eru neyðug fyri rættari avgjaldsavgreiðslu. Stk. 3. Toll- og Skattstovan kann krevja, at vørurnar ikki verða pakkaðar upp ella tiknar í nýtslu, fyrr enn hon loyvir hesum. Stk. 4. Tá avgjaldsavgreiðslan er liðug, letur Toll- og Skattstovan vørumóttakaranum eina skrivliga uppgerð um tey gjøld, sum skulu gjaldast.
§ 4 Brýtur vørumóttakarin reglurnar í hesi kunngerð, kann Toll- og Skattstovan taka aftur tað givna…
Brýtur vørumóttakarin reglurnar í hesi kunngerð, kann Toll- og Skattstovan taka aftur tað givna undantaksloyvi. Stk. 2. Toll- og Skattstovan kann eftir umsókn veita undantaksloyvi av nýggjum. Vørumóttakari, sum Toll- og Skattstovan hevur tikið undantaksloyvið frá, tí hann hevur brotið reglurnar í hesi kunngerð, kann tó ikki fáa undantaksloyvið aftur, fyrr enn 6 mánaðar aftaná, hann misti loyvið, uttan so, at serligar umstøður tala fyri at víkja frá hesi tíðarfreist.
§ 5 Henda kunngerð kemur í gildi frá 1. januar 2002. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 68 frá 14.…
Henda kunngerð kemur í gildi frá 1. januar 2002. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 68 frá 14. juli 1999 um undantaksloyvi at fáa toll- og avgjaldsskyldugar vørur útflyggjaðar, ímóti veiting av peningatrygd (tollkreditt). Fíggjarmálastýrið, 4. oktober 2001 Karsten Hansen (sign.) landsstýrismaður / Petur Alberg Lamhauge (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(2)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.