Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

24. mai 1993 Nr. 130

Kunngerð um frítøku fyri meirvirðirsgjald av vørum, ið verða útfluttar sum ferðagóðs, sum broytt við kunngerð nr. 95 frá 29. juni 1994

Við heimild í § 12, stk. 2 í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald við seinni broytingum hevur Føroya Landsstýri fyrisett:

§ 1 Vørur, sum mvg-skrásett virki selja til persónar, ið hava bústað í útlandi og, sum hesi taka við…

Vørur, sum mvg-skrásett virki selja til persónar, ið hava bústað í útlandi og, sum hesi taka við sær til útland sum ferðagóðs, kunnu verða frítiknar fyri meirvirðisgjald sambært reglunum í hesi kunngerð.

§ 2 1) Frítøkan er treytað av, at keypið er í sama handli og at vørurnar tilsamans hava eitt virði…

1) Frítøkan er treytað av, at keypið er í sama handli og at vørurnar tilsamans hava eitt virði yvir 300 kr. íroknað avgjald.

§ 3 Vørurnar skulu latast til tollviðgerð beinleiðis í sambandi við fráferð keyparans. Fráboðanin,…

Vørurnar skulu latast til tollviðgerð beinleiðis í sambandi við fráferð keyparans. Fráboðanin, ella fakturin, verður útflýggjað, eftir at tollvaldið hevur ásett váttan um útflutning til tann, ið letur vørurnar til tollviðgerð. Fráboðanin ella fakturin skal leggjast við roknskapi virkisins sum skjalprógv fyri avgjaldsfrítøkuna.

§ 4 Keyparin skal yvir fyri virkinum skjalprógva bústað sín í útlandi við at vísa fram pass,…

Keyparin skal yvir fyri virkinum skjalprógva bústað sín í útlandi við at vísa fram pass, identitetskort ella annað samsvarandi eyðkenniskort, har uttanlands bústaður er áskrivaður.

§ 5 Sølan skal dragast frá í avgjaldsskyldugu søluni í tí avgjaldstíðarskeiði, tá skjalprógv kann…

Sølan skal dragast frá í avgjaldsskyldugu søluni í tí avgjaldstíðarskeiði, tá skjalprógv kann verða latið.

§ 6 Tann, sum við vilja ella av grovum ósketni gevur skeivar ella villleiðandi upplýsingar ella dylur…

Tann, sum við vilja ella av grovum ósketni gevur skeivar ella villleiðandi upplýsingar ella dylur upplýsingar at nýta til eftirlit hjá tollvaldinum, verður revsaður við bót.

§ 7 Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. 1) Broytt við kunngerð nr. 95 frá 29. juni 1994.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙