Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

1. desember 2023 Nr. 130

Kunngerð um innflutning, framleiðslu og sølu av rúsdrekka

Við heimild í § 5, stk. 3, § 8 og § 13, stk. 4 í løgtingslóg nr. 111 frá 20. oktober 2023 um innflutning, framleiðslu og sølu av rúsdrekka (Rúsdrekkalógin) og § 7, stk. 4, og § 23, stk. 4, í løgtingslóg nr. 183 frá 21. desember 2018 um matstovuvirksemi og gistingarhúsvirksemi (Matstovulógin) verður ásett:

Innflutningur av rúsdrekka hjá ferðandi

§ 1 Persónar, ið hava fylt 18 ár, og sum koma til landið við skipi ella flogfari, kunnu taka við sær…

Persónar, ið hava fylt 18 ár, og sum koma til landið við skipi ella flogfari, kunnu taka við sær til egna nýtslu: 1) 3 litrar av rúsdrekka frá 22 og til og við 60 rúmprosentum av alkoholi, 2) 9 litrar av víni ella øðrum rúsdrekka við í mesta lagi 22 rúmprosentum av alkoholi, og 3) 10 litrar av øli ella cider. Stk. 2. Við heimild í løgtingslóg um toll ásetur landsstýrismaðurin í tollmálum í kunngerð, hvussu stórur partur av nøgdunum, nevndar í stk. 1, nr. 1-3, kunnu innflytast uttan toll og avgjøld. Rúsdrekkaframleiðsla

§ 2 Framleiðsla av rúsdrekka, sum í sær hevur í mesta lagi 60 rúmprosent av alkoholi, er treytað av…

Framleiðsla av rúsdrekka, sum í sær hevur í mesta lagi 60 rúmprosent av alkoholi, er treytað av góðkenning eftir ásetingunum í løgtingslóg um matvørur v.m. og í kunngerðum, givnar við heimild í hesi løgtingslóg. Stk. 2. Landsstýrið ásetur í loyvinum nærri reglur um eftirlit við framleiðsluni, eins og landsstýrið kann áleggja nýggjar treytir. Eftirlit

§ 3 TAKS hevur eftirlit við framleiðsluni, goymsluni og útflýggjanini og framleiðararnir hava skyldu…

TAKS hevur eftirlit við framleiðsluni, goymsluni og útflýggjanini og framleiðararnir hava skyldu til at fylgja øllum krøvum, ið eftirlitið setur um skjalprógv, framleiðslu, goymsluhøli, útflýgging o.tíl. Rúsdrekkasøla og útflýggjan

§ 4 Loyvisnevndin kann geva føroyskum bryggjaríum loyvi at útflýggja egna framleiðslu, sum í sær…

Loyvisnevndin kann geva føroyskum bryggjaríum loyvi at útflýggja egna framleiðslu, sum í sær hevur í mesta lagi 5,8 rúmprosent av alkoholi. Loyvið er ikki tíðaravmarkað. Stk. 2. Loyvisnevndin kann í loyvinum áseta nærri treytir um útflýggjanina, eins og Loyvisnevndin kann broyta treytirnar og áseta nýggjar treytir.

§ 5 Loyvisnevndin letur eftir umsókn rúsdrekkaframleiðarum í Føroyum og rúsdrekkaframleiðarum, ið eru…

Loyvisnevndin letur eftir umsókn rúsdrekkaframleiðarum í Føroyum og rúsdrekkaframleiðarum, ið eru fevndir av Hoyvíkssáttmálanum, loyvi til at bjóða ella selja vitjandi egna framleiðslu á framleiðslustaðnum. Stk. 2. Loyvisnevndin kann í loyvinum áseta nærri treytir eins og Loyvisnevndin kann broyta treytirnar og áseta nýggjar treytir. Treytir kunnu m.a. setast um: 1) At vøran skal haldast atskild frá vørum, ið verða útflýggjaðar sambært § 4. 2) At hølisviðurskiftini eru nøktandi.

§ 6 Útflýggjanarstøðini, sambært § 4, kunnu mánadag til fríggjadag hava opið millum kl. 10:00 og kl.…

Útflýggjanarstøðini, sambært § 4, kunnu mánadag til fríggjadag hava opið millum kl. 10:00 og kl. 18:00, tó ein av døgunum til kl. 19:00. Leygardag kunnu útflýggjanarstøðini hava opið millum kl. 10:00 og kl. 16:00.

§ 7 Rúsdrekka má ikki útflýggjast fullum fólki

Rúsdrekka má ikki útflýggjast fullum fólki. Stk. 2. Ikki er loyvt at útflýggja persóni, yngri enn 18 ár, rúsdrekka. Um orsøk er at halda, at keyparin ella móttakarin er yngri enn 18 ár, skal útflýggjanarstaðið krevja skjalprógv fyri aldurin.

§ 8 Loyvi, givin eftir hesi kunngerð, kunnu verða tikin aftur, um treytirnar í loyvinum ikki verða…

Loyvi, givin eftir hesi kunngerð, kunnu verða tikin aftur, um treytirnar í loyvinum ikki verða hildnar. Revsing

§ 9 Um ikki hægri revsing er ásett í aðrari lóggávu, verður við sekt revsaður tann, ið brýtur…

Um ikki hægri revsing er ásett í aðrari lóggávu, verður við sekt revsaður tann, ið brýtur ásetingarnar í § 1, stk. 1 og §§ 5-7. Stk. 2. Revsingin kann herðast til fongsul í upp í 4 mánaðir, um brotið er framt tilætlað ella av grovum ósketni, ella um talan er um endurtøku. Stk. 3. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar verða revsaðir sambært reglunum í kapitli 5 í revsilógini. Gildiskoma o.a.

§ 10 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer kunngerð nr. 113…

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer kunngerð nr. 113 frá 25. oktober 2023 um innflutning, framleiðslu og útflýgging av rúsdrekka úr gildi. Løgmálaráðið, 1. desember 2023 Bjarni Kárason Petersen (sign.) landsstýrismaður / Nella Festirstein (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Heimildir
innflutning, framleiðslu og sølu av rúsdrekka · innanhýsis
Galdandi · 20. oktober 2023
Avtøkur
innflutning, framleiðslu og útflýgging av rúsdrekka · innanhýsis
Áður galdandi · 25. oktober 2023
Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙