Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
3. februar 2022 Nr. 13
Kunngerð um Hjálparráðsnevnd
Við heimild í § 10, stk. 3 í løgtingslóg nr. 178 frá 22. desember 2009 um almenna heilsutrygd (Heilsutrygdarlógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 52 frá 14. mai 2013 og løgtingslóg nr. 170 frá 12. desember 2020, verður ásett:
Virki nevndarinnar
§ 1 Landsstýrismaðurin velur eina hjálparráðsnevnd, sum tekur avgerðir sambært § 10, stk. 4 og 5 í…
Landsstýrismaðurin velur eina hjálparráðsnevnd, sum tekur avgerðir sambært § 10, stk. 4 og 5 í løgtingslógini. Stk. 2. Hjálparráðsnevndin verður vald fyri 4 ár í senn og er mannað við einum umboði frá Heilsutrygd, sum er formaður, einum umboði frá Apoteksverkinum og einum umboði frá Sjúkrahúsverkinum. Stk. 3. Harumframt velur landsstýrismaðurin 2 serkønar limir við læknafakligari útbúgving. Hesir hava tó ikki atkvøðurætt. Stk. 4. Formaðurin leggur arbeiðið hjá Hjálparráðsnevndini til rættis. Formaðurin hevur ábyrgdina av at kalla inn til fundar og tryggja, at arbeiðið verður framt á skilagóðan hátt. Stk. 5. Formaðurin ger í hvørjum einstøkum máli av, um serkønu limirnir skulu luttaka. Stk. 6. Nevndin skal altíð fylgja meginregluni um bíligasta nøktandi hjálparráð.
§ 2 Teir serkønu limirnir í nevndini fáa fundarpengar og ferðapengar sambært galdandi reglum landsins
Teir serkønu limirnir í nevndini fáa fundarpengar og ferðapengar sambært galdandi reglum landsins.
§ 3 Hjálparráðsnevndin er viðtøkufør, tá tveir nevndarlimir eru til staðar
Hjálparráðsnevndin er viðtøkufør, tá tveir nevndarlimir eru til staðar.
§ 4 Formaðurin kann áseta eina freist fyri, nær eitt mál skal verða avgreitt
Formaðurin kann áseta eina freist fyri, nær eitt mál skal verða avgreitt. Stk. 2. Formaðurin umboðar nevndina úteftir, og nevndarlimirnir skulu í felag tryggja, at lóggávan um hjálparráð verður fylgd í sambandi við nevndarinnar virksemi.
§ 5 Fundirnir hjá Hjálparráðsnevndini eru ikki almennir. Partar í einum máli hava heldur ikki rætt…
Fundirnir hjá Hjálparráðsnevndini eru ikki almennir. Partar í einum máli hava heldur ikki rætt til at vera hjástaddir.
§ 6 Hjálparráðsnevndin kann útvega sær allar viðkomandi upplýsingar frá øðrum myndugleikum, bæði í…
Hjálparráðsnevndin kann útvega sær allar viðkomandi upplýsingar frá øðrum myndugleikum, bæði í Føroyum og uttanlands, sum eru neyðugar fyri nevndarinnar virksemi. Avgerðir
§ 7 Allar avgerðir, tiknar av Hjálparráðsnevndini, verða skrivliga fráboðaðar læknanum, sum hevur…
Allar avgerðir, tiknar av Hjálparráðsnevndini, verða skrivliga fráboðaðar læknanum, sum hevur sent umsóknina um hjálparráð. Kærur
§ 8 Avgerðir hjá Hjálparráðsnevndini kunnu kærast til Føroya Kærustovn innan 4 vikur eftir, at…
Avgerðir hjá Hjálparráðsnevndini kunnu kærast til Føroya Kærustovn innan 4 vikur eftir, at kærarin hevur fingið boð um avgerðina. Stk. 2. Um nýggjar og týðandi upplýsingar koma fram í einum máli, ið er avgreitt, kann formaðurin í Hjálparráðsnevndini velja at taka málið upp til nýggja viðgerð. Gildiskoma
§ 9 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Heilsumálaráðið, 3. februar 2022 Kaj Leo Holm Johannensen (sign.) landsstýrismaður / Turid Arge (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.