Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
27. november 1996 Nr. 129
Kunngerð um broyting í kunngerð um fiskiskapin á landleiðunum við fiskiførum, sum eru skrásett í Føroyum
§ 1 Í Kunngerð nr. 97 frá 10. juni 1996 um tískiskapin á landleiðunum við fiskiførum, sum eru…
Í Kunngerð nr. 97 frá 10. juni 1996 um tískiskapin á landleiðunum við fiskiførum, sum eru skrásett i Føroyum, verða hesar broytingar gjørdar : 1) Í § 1, stk. 1 verður brotið p) strikað. 2) Í § 1, stk 1 verður brotið r) broytt til: »r) Alt árið innan fyri linjur drignar millum hesi støðini og í hesi raðfylgju: 1. 61 °36’00"N 08°10’00"V 2. 61 °31'30"N 07°56'00"V 3. 61 °41'00"N 07°38'30"V 4. 61 °44'48"N 07°43'18"V fyri fiskifør við maskinorku uppá 500 HK ella yvir, tó so at framtøkumegin fyri hvørt nýtt trol ikki fer upp um 500 HK.«
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Deildin fyri fiski- og aðrari vinnu, 27. november 1996 John Petersen (sign.) landsstýrismaður / Ulla S. Wang (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.