Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
26. september 2011 Nr. 129
Kunngerð um broyting í kunngerð um umsiting av landsjørð
§ 1 Í kunngerð nr. 95 frá 23. oktober 2007 um umsiting av landsjørð verða gjørdar hesar broytingar
Í kunngerð nr. 95 frá 23. oktober 2007 um umsiting av landsjørð verða gjørdar hesar broytingar: 1) Inngangurin verður broyttur til: “Við heimild í § 2, stk. 5, § 4, stk. 1 og 8, § 5, stk. 1, § 6, stk. 1 og 4, § 7, stk. 1, § 10, stk. 1 og § 11, stk. 1 í løgtingslóg nr. 45 frá 15. mai 2007 um landsjørð verður ásett.” 2) § 3, stk. 2 verður orðað soleiðis: ”Stk. 2. Festi kann bert verða lagt saman við øðrum festi, sum er í somu markatalsbygd ella við einum í grannalagnum, og bert, um samanleggingin førir til betri rakstur.” 3) § 4, stk. 2 verður orðað soleiðis: ”Stk. 2. Undantak frá bústaðarskylduni kann eisini verða veitt, um umsøkjarin fer av oynni í arbeiðs- ella útbúgvingarørindum, ella orsakað av øðrum persónligum ávum má av oynni í eitt avmarkað tíðarskeið. Búnaðarstovan skal góðkenna orsøkir og tíðarskeið.” 4) § 11 verður orðað soleiðis: ”§ 11. Fyri sølu av jørð, makaskifti, marknaumskipan, servitutstriking, festaraskifti og sáttmálar verða ásett hesi gjøld: 1) Fyri sølu, makaskifti, marknaumskipan, servitutstriking av grundstykkjum av vanligari stødd kr. 2.000,- 2) Fyri sølu, makaskifti, marknaumskipan, servitutstriking av størri øki 1½ % av keypsprísinum, tó í minsta lagi kr. 2.000,- 3) Makaskifti kr. 2.000,- 4) Marknaumskipan kr. 900,- 5) Servitutstriking, átekning skeytir kr. 900,- 6) Býarhegn/vetrarfriðing kr. 5.000,- 7) Festaraskifti kr. 3.000,- 8) Leigusáttmálar og ískoytir til leigusáttmálar kr. 1.000,- 9) Leingjan av leigusáttmála hjá sama leigara kr. 500,- 10) Traðarleiga kr. 500,- um árið 11) Leiga av neystagrund kr. 100,- um árið 12) Leiga av lítlum óinngirðaðum lendi til mastrar og antennur kr. 500,- 13) Leiga av størri lendi til størri anlegg, so sum vindmyllur, aling o.a. kr. 3,44 pr. m2 (2008 prístalið), tó ikki minni enn kr. 5.700,- um árið (2008 prístalið) 14) Onnur leiga av lendi í styttri áramál kr. 5.700,-.”
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Fiskimálaráðið, 26. september 2011 Johan Dahl (sign.) landsstýrismaður / Rógvi Reinert (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.