Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

10. juli 1997 Nr. 128

Kunngerð um stuðul til ferðaútreiðslur og útreiðslur við dupult húsarhald, sum broytt við kunngerð nr. 16 frá 11. februar 1998

Kaputtul 1 Stuðul til ferðaútreiðslur

Kapittul 2 Stuðul til dupult húsarhald

Kapittul 3 Vanligar reglur

Við heimild í § 2, stk. 1 og 4 og § 4, stk. 3 í løgtingslóg nr. 93 frá 6. juni 1997 um stuðul til ferðaútreiðslur, og § 2, stk. 3 og § 4, stk. 3 í løgtingslóg nr. 95 frá 6. juni 1997 um stuðul til dupult húsarhald verður fyrisett:

Kaputtul 1

Stuðul til ferðaútreiðslur

Kapittul 3 Vanligar reglur

Stuðul verður bert veittur eftir umsókn Stk. 2. Serligt umsóknarblað skal nýtast, tá søkt verður um stuðul.

Fyri útreiðslur til ferðing millum bústað og arbeiðsstað í Føroyum verður stuðul veittur, um ferðaleiðin aftur og fram pr. arbeiðsdag er longri enn 15 km, smb. tó § 3. Stk. 2. Fyri fjarstøður, sum eru 16 til 48 km., er stuðulin 0,37 kr. fyri hvønn koyrdan kilometur omanfyri 15 km. pr. arbeiðsdag. Stk. 3. Er fjarstøðan yvir 48 km., verður stuðulin 0,09 kr. fyri hvønn koyrdan kilometur omanfyri 48 km. pr. arbeiðsdag, men annars eftir stk. 2. Stk. 4. Fjarstøðan millum bústað og arbeiðsstað verður grundað á vanligu ferðaleiðina millum bústað og arbeiðsstað, og í hesum sambandi verða ásetingarnar í álmanakkanum brúktar. Stk. 5. Stuðul verður bert veittur fyri eina ferð aftur og fram dagliga.

Fyri útreiðslur til innanoyggja ferðing millum bústað og arbeiðsstað í Føroyum sjóvegis, verður stuðul veittur fyri tveir túrar dagliga á 5 kr. pr. arbeiðsdag. Stk. 2. Kann ferðing sjóvegis bert nýtast ein part av ferðaleiðini, kunnu reglurnar í § 2 verða nýttar fyri hin partin av ferðaleiðini. Kapittul 2 Stuðul til dupult húsarhald

Kapittul 2 Stuðul til dupult húsarhald

§ 4 1) Stuðul til dupult húsarhald verður bert veittur eftir umsókn.

Stk. 2. Fyri útreiðslur í samband við dupult húsarhald, eru hesar stuðulsupphæddir ásettar: 1) Fyri leigu av høli er upphæddin 488 kr. um mánaðin. 2) Fyri eykaútreiðslur til kost er upphæddin 20,50 kr. fyri hvønn arbeiðsdag. 3) Innanlendis ferðing aftur og fram eina ferð um vikuna, útroknað eftir kap. 1. Stk. 3. Minstaupphæddin, ið viðkomandi sjálvur skal bera, er ásett til 850 kr. fyri stuðulsskeiðið. Kapittul 3 Vanligar reglur

Kapittul 3 Vanligar reglur

Tað er ein treyt fyri at fáa stuðul eftir §§ 2 og 3, at arbeiðsgevari umsøkjarans á umsóknini váttar, at viðkomandi arbeiðir hjá honum. Stuðul eftir § 4 er treytaður av, at útleigarin á umsóknini váttar, at teir av umsøkjaranum givnu upplýsingarnir viðvíkjandi íbúð og leigutíð eru rættir.

Stuðul verður ikki veittur persónum, ið hava rætt til endurgjald á annan hátt fyri ferðaútreiðslur ella útreiðslur í samband við dupult húsarhald, eins og ein ikki kann fáa stuðul til bæði ferðaútreiðslur og dupult húsarhald í størri mun enn ásett í kap. 2.

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er gjaldandi frá og við inntøkuárinum 1997. 1) Broytt við kunngerð nr. 16 frá 11. februar 1998.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
stuðul til ferðaútreiðslur og útreiðslur til dupult húsarhald · innanhýsis
Áður galdandi · 16. juni 2000

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙