Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
4. august 2020 Nr. 128
Kunngerð um broyting í kunngerð um koyrikort og koyrifrálæru
(Broytt skipan fyri koyrikort til vinnuligan fólkaflutning til bólk D)
§ 1 Í kunngerð nr. 129 frá 26. september 2018 um koyrikort og koyrifrálæru (Koyrikortkunngerðin), sum…
Í kunngerð nr. 129 frá 26. september 2018 um koyrikort og koyrifrálæru (Koyrikortkunngerðin), sum broytt við kunngerð nr. 50 frá 17. apríl 2020, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 16 verður aftan á stk. 2 sum nýtt stk. sett: “Stk. 3. Koyrikort til vinnuligan fólkaflutning til bólk D kann verða latið førarum, sum hava koyrikort til bólk B ella bólk D eftir hesum treytum: 1) Førarar, sum hava koyrikort til bólk B, skula í minsta lagi hava 26 skúlatímar í ástøðiligum evnum í frálæruhøli, og í minsta lagi 24 skúlatímar í verkligari koyrifrálæru í samsvari við frálæruætlanina fyri koyrifrálæru til bólk D, sbrt. § 25, stk. 6. Hvør tími varir í minsta lagi 45 minuttir. 2) Førarar, sum hava koyrikort til bólk D, skula í minsta lagi hava 16 skúlatímar í ástøðiligum evnum í frálæruhøli, og í minsta lagi 8 skúlatímar í verkligari koyrifrálæru í samsvari við frálæruætlanina fyri koyrifrálæru til bólk D, sbrt. § 25, stk. 1, nr. 4 og stk. 5. Hvør tími varir í minsta lagi 45 minuttir. 3) Økta frálæru í hesum evnum í skjali 9 um minstakrøv til førleikar og útbúgving sum vinnuførari: a) 2.1. Kunnleiki til sermerktu eginleikarnar við orkuflutningi fyri at kunna fáa sum mest burtur úr orkuni. b) 2.3. At fáa sum mest burtur úr brennievnisnýtsluni. c) 2.5. At kunna taka sær av trygd og vælveru hjá ferðafólkunum. d) 2.6. At kunna lasta eitt akfar, samstundis sum ein lýkur trygdarkrøvini og um røttu nýtsluna av akfarinum. e) 3.1. Kunnleiki til samfelagsliga samanhangið og reglurnar í vegaflutningsskipanini. f) 3.3. Kunnleiki til reglurnar fyri flutning av ferðafólki. g) 4.6. At kunna laga sín atburð til ein slíkan hátt, sum stuðlar undir at hækka ímyndina av einum tænastuvirki. 4) Venjing á koyritekniskari breyt, sum er góðkend til koyritekniska venjing við bussi. Akstovan skal viðurkenna ta koyriteknisku breytina. Venjingin skal í minsta lagi fevna um 1 frálærudag á 7 skúlatímar, har undirvíst verður í verkligum koyritøkni í samsvari við frálæruætlanina fyri koyrifrálæru til bólk D. Tá venjingin á koyritekniskari breyt er framd, skrivar fyriskiparin eitt skjalprógv. 5) Førarin skal standa eina koyriroynd til vinnuligan fólkaflutning.” Stk. 3-7 verða eftir hetta stk. 4-8. 2. Í § 16, stk. 5, sum verður stk. 6, verður “stk. 4, 1. pkt.,” broytt til: “stk. 5, 1. pkt.,”. 3. Í § 25, stk. 6, 2. pkt. verður “stk. 1, nr. 4 og stk. 4” broytt til: “stk. 1, nr. 4 og stk. 5”. 4. Aftan á § 39, men áðrenn yvirskriftina yvir § 40, verður sett: “§ 39 a. Ástøðisroynd til vinnuligan fólkaflutning til bólk D kann verða hildin, áðrenn venjing á koyritekniskari breyt er framd, sbr. § 16, stk. 3, nr. 4.”
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Fíggjarmálaráðið, 4. august 2020 Jørgen Niclasen (sign.) landsstýrismaður / Bjarni Askham Bjarnason (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.