Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
28. september 2009 Nr. 127
Kunngerð um flokking av evnum, ið eru vandamikil fyri ferðslutrygdina
Við heimild í § 15, stk. 1, í løgtingslóg um ferðslu, sbrt. løgtingslógarkunngerð nr. 14 frá 2. mars 1988, sum broytt við løgtingslóg nr. 68 frá 10. mai 2000 og løgtingslóg nr. 49 frá 11. mai 2009, verður ásett:
§ 1 Dusandi evni, ið standa á lista A, B, D, og E í skjali til bekendtgørelse om euforiserende…
Dusandi evni, ið standa á lista A, B, D, og E í skjali til bekendtgørelse om euforiserende stoffer, verða flokkað sum vandamikil fyri ferðslutrygdina. Stk. 2. Um tey tilskilaðu heitini á teimum listum, sum eru nevndir í stk. 1, kunnu fevna um fleiri stereoisomerar formar av viðkomandi dusandi evni, er hvør einstakur av hesum formum at meta sum fevndur av stk. 1.
§ 2 Staðfesting av, um ein blóðroynd hevur í sær eitt dusandi evni, ið verður flokkað sum vandamikið…
Staðfesting av, um ein blóðroynd hevur í sær eitt dusandi evni, ið verður flokkað sum vandamikið fyri ferðslutrygdina, skal fara fram við máting av, um blóðroyndin hevur í sær tað virkna evnið, sum í skjali 1 í hesari kunngerð verður tilskilað fyri viðkomandi dusandi evni.
§ 3 Ein blóðroynd verður einans mett at hava í sær eitt virkið evni, um mátiúrslitið fer upp um…
Ein blóðroynd verður einans mett at hava í sær eitt virkið evni, um mátiúrslitið fer upp um bagatellmarkið, sum í skjali 1 í hesari kunngerð er tilskilað fyri viðkomandi dusandi evni.
§ 4 Um ein blóðroynd hevur í sær eina lítla restmongd av einum dusandi evni, sum er flokkað sum…
Um ein blóðroynd hevur í sær eina lítla restmongd av einum dusandi evni, sum er flokkað sum vandamikið fyri ferðslutrygdina, men sum ikki er tilskilað í skjali 1 í hesari kunngerð, verður blóðroyndin ikki mett at hava í sær viðkomandi dusandi evni.
§ 5 Henda kunngerð kemur í gildi 1. oktober 2009
Henda kunngerð kemur í gildi 1. oktober 2009 Innlendismálaráðið, 28. september 2009 Annika Olsen (sign.) landsstýriskvinna / Rúni Joensen (sign.) Skjal 1 Virkin evni og bagatellmark fyri ávís evni, ið eru flokkað sum vandamikil fyri ferðslutrygdina Dusandi evni, sbr. Bekendtgørelse om euforiserende stoffer Virkið evni1) Bagatellmark (mg. pr. kg. blóð) Listi A Cannabis THC 0,001 Diacetylmorphin (heroin) Morphin 0,010 Lysergid (LSD) 0,0005 Evnablandingurin opium Morphin 0,010 Plantan Papaver somnifer L. Morphin 0,010 Listi B Amfetamin 0,020 Cocain 0,020 Dextromoramid 0,075 Dextropropoxyphen 0,050 Fentanyl 0,001 Hydrocodon 0,010 Hydromorphon 0,010 Ketobemidon 0,025 Kokablað Cocain 0,020 MBDB 0,020 MDMA 0,020 Metamfetamin 0,020 Methadon 0,050 Methylphenidat 0,010 Morphin 0,010 Opium Morphin 0,010 Oxycodon 0,010 Oxymorphon 0,010 Pethidin 0,10 PMA 0,020 PMMA 0,020 Tetrahydrocannabinol (THC) 0,001 Listi D Buprenorphin 0,0005 Flunitrazepam 0,005 Pentazocin 0,010 Pentobarbital 1,0 Listi E Alprazolam 0,005 Amfepramon 0,003 Barbital 5,0 Bromazepam 0,050 Brotizolam 0,002 Chlordiazepoxid 0,20 Clobazam 0,10 Clonazepam 0,005 Diazepam 0,100 Estazolam 0,050 Lorazepam 0,020 Lormetazepam 0,005 Meprobamat 5,0 Midazolam 0,050 Nitrazepam 0,020 Nordazepam 0,100 Oxazepam 0,100 Phenobarbital 10 Phentermin 0,030 Temazepam 0,020 Triazolam 0,002 Zolpidem 0,080 Zopiclon 0,010 1) Fyri dusandi evni, har onki er gjøllari tilskilað í puntinum virkið evni, er tað virkna evnið tað dusandi evnið.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.