Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
24. august 2021 Nr. 127
Kunngerð um broyting í kunngerð um landing í Føroyum
(Tilskila at avreiðing eisini er fevnt av kunngerðini og áseta undantak at landa makrel, sum er veiddur í norskum sjógvi, í Noreg fram til og við 31. desember 2021)
§ 1 Í kunngerð nr. 170 frá 30. desember 2019 um landing í Føroyum, sum broytt við kunngerð nr. 16 frá…
Í kunngerð nr. 170 frá 30. desember 2019 um landing í Føroyum, sum broytt við kunngerð nr. 16 frá 10. mars 2020 og kunngerð nr. 40 frá 22. apríl 2021, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Inngangurin verður orðaður soleiðis: “Við heimild í § 41, stk. 2 í løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2019 um sjófeingi (Sjófeingislógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 71 frá 5. mai 2021, verður ásett:” 2. § 1, 1. pkt. verður orðað soleiðis: “Hesi fiskasløg eru undantikin ásetingunum í løgtingslógini um at verða landað og avreidd um bryggjukant í Føroyum:”. 3. Í § 1 verður sum stk. 2 sett: “Stk. 2. Makrelur, sum føroysk fiskifør fiska í norskum sjógvi í 2021, og sum verður landaður og avreiddur í Noreg, er undantikin kravinum um landing og avreiðing um bryggjukant í Føroyum.”
§ 2 Stk. 1. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Stk. 1. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. § 1, nr. 3 fer úr gildi 1. januar 2022. Fiskimálaráðið, 24. august 2021 Jacob Vestergaard (sign.) landsstýrismaður / Rógvi Reinert (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.