Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

28. september 2009 Nr. 126

Kunngerð um útgerð hjá ferðandi á motorsúkklum og lendisakførum, sum broytt við kunngerð nr. 55 frá 11. mai 2012 1)

Við heimild í § 43, stk. 5 í ferðslulógini, sbr. løgtingslógarkunngerð nr. 14 frá 2. mars 1988 um ferðslu, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 49 frá 11. mai 2009, verður ásett:

§ 1 1) Ferðandi á motorsúkklu og í síðuvogni hennara og á lendisakfari skulu nýta ryggverju, ið hevur…

1) Ferðandi á motorsúkklu og í síðuvogni hennara og á lendisakfari skulu nýta ryggverju, ið hevur CE góðkenningarmerki.

§ 2 Akstovuni verður heimilað at góðkenna onnur góðkenningarmerki

Akstovuni verður heimilað at góðkenna onnur góðkenningarmerki.

§ 3 Kunngerðin kemur í gildi 1. oktober 2009

Kunngerðin kemur í gildi 1. oktober 2009. Innlendismálaráðið, 28. september 2009 Annika Olsen (sign.) landsstýriskvinna / Rúni Joensen (sign.) 1) Broytt við kunngerð nr. 55 frá 11. mai 2012, har § 2 ljóðar soleiðis: “Hendan kunngerð kemur í gildi 1. juni 2012.”

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Tengdar rættarkeldur

(2)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙