Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
11. november 1996 Nr. 126
Kunngerð um elevatorar, dampketlar og nýtslu av asbesti v. m.
Við heimild í § 17, stk. 1, smbr. § 17, stk. 3 í løgtingslóg nr. 58 frá 24. mai 1974 um arbeiðaravernd við seinni broytingum, verður fyrisett.
§ 1 Reglurnar í fylgjandi donskum kunngerðum verða galdandi fyri eftirlit, ansing og nýtslu
Reglurnar í fylgjandi donskum kunngerðum verða galdandi fyri eftirlit, ansing og nýtslu: 1. Kunngerð nr. 309 frá 16. november 1935 “om indretninger og brugen af mekanisk drevne elevatore” við seinni broytingum. 2. Kunngerð nr. 626 frá 18. desember 1980 “om elevatorer, hejseværker, rulletrapper, rullefortove o.l.”. 3. Kunngerð nr. 627 frá 18. desember 1980 “om supplerende regler om indretning af elevatorer m.v.”, sum broytt við kunngerð nr. 85 frá 19. februar 1996. 4. Kunngerð nr. 518 frá 17. juni 1994 “om sikkerhedsskiltning og anden form for signalgivning”. 5. Kunngerð nr. 1109 frá 15. desember 1992 “om anvendelse af tekniske hjælpemidler”, sum broytt við kunngerð nr. 670 frá 7. august 1995. 6 Kunngerð nr. 564 frá 22. desember 1971 “om dampkedelanlæg på landjorden”. 7. Kunngerð nr. 565 frá 22. desember 1971 “om pasning af dampkedler”. 8. Kunngerð nr. 468 frá 13. november 1979 “om anvendelse af asbest”, sum broytt við kunngerð nr. 148 frá 30. apríl 1980. Stk. 2. Tær heimildir, sum ymsir myndugleikar hava eftir nevndu kunngerðum, fær Arbeiðseftirlitið. Stk. 3. Eintøk av donsku kunngerðunum fáast frá Arbeiðseftirlitinum.
§ 2 Brot á hesa kunngerð og tær kunngerðir, sum hervið verða settar í gildi, verða revsað eftir § 41…
Brot á hesa kunngerð og tær kunngerðir, sum hervið verða settar í gildi, verða revsað eftir § 41 í lógini.
§ 3 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(3)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
3 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.