Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
4. august 2020 Nr. 126
Kunngerð um at seta í gildi ásetingar, ið heimila endaligum avhendingum av veiðirættindum, veiðiloyvum og tilsøgnum um veiðiloyvi í løgtingslóg um sjófeingi (Sjófeingislógin)
§ 1 Við heimild í § 73, stk. 3 í løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2019 um sjófeingi…
Við heimild í § 73, stk. 3 í løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2019 um sjófeingi (Sjófeingislógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 106 frá 29. juni 2020, verður ásett, at § 8, stk. 3, 3. pkt., § 9, stk. 3, 3. pkt., § 28, stk. 5, § 29, stk. 2, § 30, stk. 3 og § 31, stk. 3 í løgtingslógini koma í gildi dagin eftir, at henda kunngerð er kunngjørd.
§ 2 Við heimild í § 2, stk. 2 í løgtingslóg nr. 106 frá 29. juni 2020 um broyting í løgtingslóg um…
Við heimild í § 2, stk. 2 í løgtingslóg nr. 106 frá 29. juni 2020 um broyting í løgtingslóg um sjófeingi (Sjófeingislógin) verður ásett, at § 1, nr. 15 og 16 koma í gildi dagin eftir, at henda kunngerð er kunngjørd. Fiskimálaráðið, 4. august 2020 Jacob Vestergaard (sign.) landsstýrismaður / Rógvi Reinert (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(2)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.