Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
14. desember 2016 Nr. 125
Kunngerð um broyting í kunngerð um vápn v.m.
(Goymsla av skotvápnum og lóðri o.a.)
§ 1 Í kunngerð nr. 57 frá 12. september 1969 um vápn v.m. verða gjørdar hesar broytingar
Í kunngerð nr. 57 frá 12. september 1969 um vápn v.m. verða gjørdar hesar broytingar: 1. Inngangurin verður orðaður soleiðis: “Við heimild í § 4, stk. 1-3 í løgtingslóg nr. 43 frá 22. mai 1969 um vápn v.m., sum broytt við løgtingslóg nr. 81 frá 22. mai 2015, verður ásett:” 2. Sum yvirskrift yvir § 2 verður sett: “Goymsla av skotvápnum og lóðri” 3. § 2 verður orðað soleiðis: “§ 2. Skotvápn fevnd av løgtingslógini skulu goymast: 1) í vápnaskápi, sum er læst, 2) í rúmi, sum er læst, ella 3) við vápnalási, sum er læst. Stk. 2. Lóður fevnt av løgtingslógini skal goymast: 1) í vápnaskápi, sum er læst, ella 2) í rúmi, sum er læst.” 4. § 6 verður orðað soleiðis: “§ 6. Brot á ásetingarnar í hesi kunngerð verða revsað við sekt. Stk. 2. Revsingin kann herðast til fongsul í upp til 2 ár, um brotið er framt tilætlað ella av grovum ósketni, undir ávirkan av rúsdrekka ella rúsevnum o.tíl. og um sama brot verður endurtikið.”
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2017
Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2017. Løgmansskrivstovan, 14. desember 2016 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður / Marjun Hanusardóttir (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.