Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

9. september 2022 Nr. 125

Kunngerð um broyting í kunngerð um sjúklingaráð

(Ásetingar um limatal í sjúklingaráðnum, umframt uppgávur og skyldur)

§ 1 Í kunngerð nr. 83 frá 17. august 2006 um sjúklingaráð, verða gjørdar hesar broytingar

Í kunngerð nr. 83 frá 17. august 2006 um sjúklingaráð, verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 2 verður orðað soleiðis: “§ 2. Uppgávurnar hjá sjúklingaráðnum fevna um: 1) at ráðgeva landsstýrismanninum í sambandi við uppskot til lógir og kunngerðir, um uppskotini hava týdning fyri veitingar til sjúklingar, og 2) at viðgera mál av generellum og prinsipiellum týdningi fyri veitingar til sjúklingar. Stk. 2. Sjúklingaráðið kann ikki viðgera ítøkilig persónsmál.” 2. § 3, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Sjúklingaráðið skal geva landstýrismanninum ráð um tey uppskot til lógir, kunngerðir og onnur mál, sum hann leggur fyri ráðið.” 3. § 4 verður orðað soleiðis: “§ 4. Sjúklingaráðið kann av sínum eintingum viðgera uppskot til lógir, kunngerðir og onnur mál viðvíkjandi veitingum í sjúkrahúsverkinum og koma við uppskotum til landsstýrismannin.” 4. § 5, stk. 1 og 2 verða orðað soleiðis: “Landsstýrismaðurin velur fimm limir í sjúklingaráðið eftir uppskoti frá sjúklingafeløgum, sum umboða sjúklingar, ið vanliga verða viðgjørdir á sjúkrahúsunum. Feløgini kunnu í mesta lagi hvør sær skjóta upp fimm umboð. Stk. 2. Landsstýrismaðurin velur limirnar soleiðis, at samansetingin av ráðnum verður so breið sum gjørligt. Miðað skal verða ímóti, at umboðini í ráðnum eru av báðum kynum, sbr. § 8 í løgtingslóg um javnstøðu millum kvinnur og menn, og av ymsum landafrøðiligum økjum í Føroyum.” 5. § 6 verður orðað soleiðis: “§ 6. Sjúklingaráðið velur formann, næstformann og skrivara millum limirnar. Formaðurin orðar tey tilmælir og hoyringsskriv, ið sjúklingaráðið leggur fyri landsstýrismannin. Formaðurin kallar inn til fundir í sjúklingaráðnum og er orðstýrari á fundunum. Hevur formaðurin forfall, røkir næstformaðurin uppgávuna sum formaður. Stk. 2. Sjúklingaráðið ásetur sína egnu fundarskipan. Sjúklingaráðið heldur fund minst fýra ferðir um árið. Gjørd verður fundarfrágreiðing um tilráðingar, ið gjørdar verða á fundunum. Fundarfrágreiðing skal undirskrivast og góðkennast av teimum limum, sum luttaka á fundunum. Stk. 3. Avrit av fundarfrágreiðingunum verða sendar landsstýrismanninum. Stk. 4. Sjúklingaráðið skal í minsta lagi hava 2 árligar fundir við landsstýrismannin. Stk. 5. Sjúklingaráðið letur í seinasta lagi 1. apríl landsstýrismanninum ársfrágreiðing um sítt arbeiði.”

§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Heilsumálaráðið, 9. september 2022 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) landsstýrismaður / Turid Arge (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Broytingar
sjúklingaráð, sum broytt við kunngerð nr. 125 frá 9. september 2022 · innanhýsis
Galdandi · 17. august 2006

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙