Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

10. desember 2024 Nr. 124

Kunngerð um roknskapartøl til uppgerð av miðal framleiðslukostnaðinum

Við heimild í § 2, stk. 6, í løgtingslóg nr. 65 frá 30. mai 2024 um tøkugjald, verður ásett:

§ 1 Alifyritøkurnar skulu lata inn roknskapartøl, ið skulu vera grundarlag undir útrokning av…

Alifyritøkurnar skulu lata inn roknskapartøl, ið skulu vera grundarlag undir útrokning av framleiðslukostnaðinum, K. Stk. 2. Roknskapartølini fevna um: 1) Kostnaðir til rávørur og hjálpitilfar. 2) Goymslubroytingar. 3) Aðrar uttanhýsis kostnaðir, samlað og útgreinað. 4) Starvsfólkakostnaðir. 5) Avskrivingar og niðurskrivingar. 6) Sølukostnaðir og flutningskostnaðir. Stk. 3. Miðal framleiðslukostnaðurin, K, verður roknaður við støði í roknskapartølum úr seinast grannskoðaða ársroknskapinum. Stk. 4. Roknskapartølini skulu latast avvarðandi stjórnarráði áðrenn 15. desember árið fyri, at framleiðslukostnaðurin verður almannakunngjørdur. Stk. 5. Avvarðandi stjórnarráð kann áleggja fyritøkunum at leggja við váttan frá grannskoðara felagsins um innsendu uppgerðirnar, tá tað verður mett neyðugt fyri at sanna, at uppgerðirnar bert innihalda kostnaðir, sambært skjali 1 í løgtingslóg um tøkugjald, og eru rætt tíðaravmarkaðar.

§ 2 Alifyritøkurnar skulu saman við roknskapartølunum lata inn tøkutøl fyri roknskaparárið, ið…

Alifyritøkurnar skulu saman við roknskapartølunum lata inn tøkutøl fyri roknskaparárið, ið roknskapartølini viðvíkja.

§ 3 Miðal framleiðslukostnaðurin, K, verður fyrstu ferð almannakunngjørdur á heimasíðuni hjá…

Miðal framleiðslukostnaðurin, K, verður fyrstu ferð almannakunngjørdur á heimasíðuni hjá avvarðandi stjórnarráði tann 1. januar 2025. Stk. 2. Miðal framleiðslukostnaðurin, K, verður roknaður og ásettur av nýggjum triðja hvørt ár sbrt. § 2, stk. 4, í løgtingslógini.

§ 4 Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2025

Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2025. Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 10. desember 2024 Høgni Hoydal (sign.) landsstýrismaður / Herálvur Joensen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Heimildir
tøkugjald · innanhýsis
Galdandi · 30. mai 2024

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙